Val til próstadømisráð og stiftsstjórnina fer fram samstundi tann 25. mars 2026.
Valevnis- og stillaralisti (felags ásetingar fyri bæði valini)
- Valevnislistin skal vera valstýrinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 25. februar 2026 kl. 13.00.
- Kirkjuráðslimirnir og sóknarprestarnir kunnu vera stillarar.
- Valbærir eru allir limir í fólkakirkjuni, sum lúka treytirnar fyri at verða valdir í kirkjuráðið.
- Valevnini eru stillað upp javnbjóðis og í bókstavarøð.
- Ein listi skal hava í minsta lagi 9 stillarar og í mesta lagi 25 stillarar.
- Valdagurin er mikudagin 25. mars 2026.
- Valið fer fram á einum kirkjuráðsfundi.
Atkvøðuseðlar
- Atkvøðuseðlar verða sendir øllum kirkjuráðum mánaðarskifti feb/mars
- Bert kirkjuráðslimi frá at møta, skal eykalimur kallast inn.
- Atkvøðugreiðslan kann fara fram á fundi í kirkjuráðnum í tíðarskeiðinum frá 4. mars til 25. mars 2026.
- Kirkjuráðslimirnir og sóknarprestarnir hava valrætt.
- Atkvøðuseðlarnir skulu vera valstýrinum í hendi í seinasta lagi
25. mars 2026 kl. 13.00. - Einans ein krossur skal setast á atkvøðuseðilin. Krossurin skal setast í teigin út fyri einum valevni ella út fyri einum lista.
Litir á atkvøðuseðlum - Atkvøðuseðilin til val til Føroya Stiftsstjórn er reyður og skal latast í tann reyða brævbjálvan.
- Atkvøðuseðilin til val til Próstadømisráðið er bláur og skal latast í tann bláa brævbjálvan.
Praktisk viðurskifti
Oyðublað til valevnis- og stillaralista verður sendur øllum kirkjuráðum at nýta.
Valevnis- og stillaralisti skal sendast til stift@folkakirkjan innan 25. februar 2026. kl. 13.00.
Atkvøðuseðlar, ávikavist reyðir og bláir, verða sendir øllum kirkjuráðum í góðari tíð innan valið.
Próstadømisráðið
- Veljast skulu 4 limir.
- Á listanum kunnu vera í mesta lagi 12 valevni.
- Valið verður gjørt upp sum lutfalsval.
- Ikki er loyvt valevnislista at skipa listasamband við annan valevnislista.
Føroya Stiftsstjórn
- Veljast skal ein limur.
- Á listanum kunnu vera í mesta lagi 3 valevni.
- Ikki er loyvt valevnislista at skipa listasamband við annan valevnislista.
Valstýrið
Í valstýrinum eru Bergur Berg, ráðgevi í Uttanríkis- og mentamálaráðnum, Maria Jørðdal Niclasen, dómpróstur og Jógvan Fríðriksson, biskupur.
Valstýrið skipar valið saman við umsitingini í Biskupsgarði.
Tað eru kirkjuráðslimir, íroknað sóknarprestar, sum hava valrætt.
Løgtingslóg um val til kirkjuráð, próstadømisráð og stiftsstjórn finnist her.

