Skriva út

Kunning

Her finnur tú kunning, ið møguliga kann vera hent. 

Hevur tú hugskot til broytingar, batar ella viðkomandi evnir, sum er hent hjá kirkjuráðunum at finna á hesum síðum, ert tú vælkomin at skriva til stift@kirkjan.fo 

Talvudagar og konto nummur

Miðføstu sunnudag: Neyðhjálp Fólkakirkjunnar 
konto nr. 6460 – 405.473.5 ella 9181 – 498.945.9

Hvítusunnudag: Føroyska Bíbliufelagið
konto nr. 6460 – 382.873.7 ella 9181 – 380.777.2

1. sunnudag í advent: Føroyska Sjómanskirkjan 
konto nr. 6460 – 494.849.3 ella 9181 – 497.648.9  

Legg snarveg til hesa síðuna á tína Iphone - vegleiðing

Sí stutta vegleiðing her um, hvussu tú leggur ein snarveg (sær út sum ein app) til Kirkjuráðssíðuna á tína Iphone, so tú altíð hevur skjóta og lætta atgongd. 

Felagið fyri kirkjuráðslimir


Felagið fyri kirkjuráðslimir varð stovnað í 1995 og er áhugafelag hjá kirkjuráðslimum í Føroyum.

Sambært løgtingslóg er endamálið hjá hvørjum einstøkum kirkjuráði í kirkjusóknini at "tryggja kirkjuliðnum góð kor fyri lívi og vøkstri í trúskapi móti lærugrundarlagnum hjá fólkakirkjuni."

Nevndarlimir
Katrin Højsted, forkvinna
Hendrik Egholm, næstformaður
Helga Foldbo, kassameistari
Dagny Højgaard, skrivari
Bente Kjær, Marja Lamhauge og Theodor Eli Dam Olsen, nevndarlimir

Prestafelag Føroya

Nevndin í Prestafelagnum hevur skipað seg við Steintóru G. Joensen sum forkvinnu. Hinir nevndarlimirnir eru Derhard Jógvansson og Annika Magnussen Gaard.

Prestafelag Føroya er fakfelag prestanna í Føroyum og hevur samráðingarrættin við Fíggjarmálaráðið.

Ynskir tú lættari atgongd til hesar kirkjuráðssíður á tíni telefon, kanst tú frá tíni teldu: 
1) skanna hesa QR kotuna við myndatólinum á tíni telefon
2) trýsta á gula breddan, sum kemur fram
3) fylgja vegleiðingini til at leggja snarveg á tína Iphone, frá punkt 2

Hareftir hevur tú altíð skjóta atgongd til kirkjuráðssíðuna, ið kann vera hent at hava til taks, tá kirkjuráðsfundir eru.