Hoyr poddvarp har veitt verður sálarrøkt

Her kanst tú lurta eftir poddum hjá folkekirken.dk, har sálarrøkt verður veitt menniskjum, sum hava tørv á at práta um ávist evni, sum rørir seg í teirra lívi.

At kunna práta um sínar tankar og kenslur við ein, ið fegin vil lurta, kann kennast sum ein lætti í sjálvum sær.
Í poddunum kanst tú fylgja við, og hoyra hvussu ein samrøða fer fram.

Upptøkurnar eru danskar og gjørdar í samstarvi við donsku fólkakirkjuna.
Sí ymsu evnini niðanfyri her, og finn fleiri samrøður á heimasíðuni hjá donsku fólkakirkjuni her.

Hvussu livir man við sorgini at missa eitt barn?

Hvussu kann ein broyta oyðileggjandi tankamynstur?

Hvussu kann trúgv hjálpa einum, sum ikki er trúgvandi, við stress, angist og depressión?

Hvussu bøtir man eitt trupult samband við pápa sín?

Hvat ger man við eina nívandi kenslu av manglandi meining?

Hvussu kemur man til sættis við seinskaðar, sum fylgja einum restina av lívinum?

Hvussu lærir man at vera ein mamma?

Hvussu livir man við hjartasorg?

Hvussu fyrigevur man einum, sum ikki kennir seg sekan?

Hvussu kann eitt nýtt parlag eydnast við børnum á báðum síðum?