Skriva út

Próstadømisráðið



Á myndini frá vinstru eru: Uni Danielsen, Marjun Olsen, Leivur Højgaard, Kathrina L. Holm og Uni Næs.

Próstadømisráðið verður valt 4. hvørt ár, árið eftir at kirkjuráðsval hevur verið.

Valrætt hava allir kirkjuráðslimir í landinum. Valbærir til próstadømisráðið eru allir limir í fólkakirkjuni, sum eru fyltir 18. ár.

Próstadømisráðið viðger fíggjarætlanirnar hjá kirkjuráðunum, gevur stiftsstjórnini tilmæli til góðkenning av fíggjarætlanunum og góðkennir roknskapirnar hjá kirkjuráðunum. Próstadømisráðið skal eisini geva ummæli í málum um útvegan og avhending av fastari ogn, um bygging og niðurtøku av bygningum, um umvælingar- og umbyggingararbeiði, sum eftir galdandi reglum skulu leggjast fyri stiftsstjórnina til góðkenningar og um onnur mál av stórum týdningi fyri kirkjuligu kassarnar.

Í próstadømisráðnum sita: Uni Næs, dómpróstur, fastur limur. Valdir limir eru Marjun Olsen, formaður, Uni Danielsen, næstformaður, Leivur Højgaard og Kathrina L. Holm. Dómprósturin saman við skrivara sínum fyrireikar fundirnar í ráðnum og syrgir fyri, at avgerðirnar verða fráboðaðar teimum, ið varða av.

Starvsfólk

Jórun.jpg

Jórun Johannesen
jorun(@)kirkjan.fo
Dómpróstafulltrúi
Tlf: 31 24 36
Fartlf: 23 73 24