Skriva út

Vónbjørt á Hólum

Vónbjørt á Hólum
deknur
Sandvík

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Vónbjørt er ein av trimum systrum úr Nólsoy, sum allar eru giftar til Sandvíkar, og tað merkir, at tað er ein heil koloni av nólsoyingum í lítlu bygdini, og tað merkist í bygdarlívinum. Vónbjørt er eisini deknur í kirkjuni, og er fødd 10. november 1954.

-Eg eri úr Nólsoy, og eg var tann seinasta av systrunum, sum kom til Sandvíkar at búgva.  Vit eru sjey systrar, ein býr í Nólsoy, ein í Porkeri og ein í Klaksvík. Vit ganga inn til hvørja aðra her suðuri, men ikki hvønn dag. Vit hava samanhald. Mamma livir enn, hon býr í Nólsoy, pápi doyði í fjør. Vit eru nógv í Nólsoy, sigur Vónbjørt á Hólum.

-Eg eigi eisini tríggjar synir, teir búgva niðri. Eg kom til Sandvíkar í 1992. Tá hevði eg búð 23 ár í Danmark. Eg giftist við Richardi á Hólum í Sandvík. Eg var glað fyri at vera flutt heim. Mann dugir betur at síggja, hvussu deiligar Føroyar eru, tá ið ein hevur búð uttanlands.

-Niclas Sigurheim var einsamallur deknur í Sandvík, og eg var biðin um at hjálpa honum. Mær dámar væl at lesa. Tað liggur eitt sindur í blóðinum. Mamma er úr Skúvoy, og abbi mín har var deknur.

Vónbjørt arbeiðir á Sambýlinum í Hvalba. Áðrenn starvaðist hon í Heimarøktini. Hon eigur fimm ommubørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.