Skriva út

Verning Thomsen

Verning Thomsen
klokkari
Sandvík

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Verning er føddur undir krígnum. Nærri roknað fyrsta jóladag 1942, og kríggið minnist hann ikki nógv til. Men okkurt brot er frá tí, hann var heilt lítil. Tað er ljóðið av flúgvara, sum gjørdi hann bangnan. Tað kann enn vekja ótta at hoyra ljóðið frá einum propellflúgvara.

-Eg ringi av og á, havi ongantíð verið fastur klokkari, sigur Verning Thomsen.

-Eg eri úr Sandvík og havi fyri tað mesta siglt sum maskinmeistari. Eg fór í smiðjulæru hjá Wenzel Petersen í Havn í 1959. Tá var smiðjan Úti í Bakka. Eg lærdi fram til 1963. Eg sigldi úti í 10 ár, mest við Kosan Gas.

-Fyri meg var tað ein góð tíð at sigla úti. Men so knappliga tók eg avgerð um at fara heim, tað kom so knappliga. Eg var leingi maskinmeistari við Rasmus Effersøe. Farmasiglingin er meira skipað, men tað eru ikki somu pengar, sum við fiskiskipi.

-Eg gjørdist so ringur av gikt, at eg mátti gevast. Eg var 66 tá, og tað eru 10 ár síðan.

-Tíðin gongur av sær sjálvum. Eg búgvi einsamallur í dag, eri einsamallur í húsi og ferðist eitt sindur. Eg eigi trý børn, eitt býr í Føroyum og tvey niðri. Tað er vorðið til átta abbabørn. Eg ferðist í Danmark einar tvær til tríggjar ferðir um árið, sigur Verning Thomsen.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.