Skriva út

Tórhallur Staksá

Tórhallur Staksá
klokkari
Viðareiði

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Til arbeiðis situr Tórhallur Staksá á brúnni í aliskipinum Rólant hjá Bakkafrost. Hann er skipari. Hann siglir millum alibrúkini kring landið og skipið er í arbeiði allar sólarringin. Tórhallur er starvsliga komin heim og siglur nú í heimasjógvi, eftir nógv ár á brúnni á handilsskipum og frálandaskipum úti í heimi. Tórhallur er føddur 6 oktober 1969 í Havn og býr í dag á Viðareiði, har hann er ein partur av klokkaratoyminum í kirkjuni, um boð eru eftir honum.

 -Eg havi verið avloysari sum klokkari í kirkjuni. Kona mín, Jacoba Viðoy Staksá er ættað av Viðareiði. Vit fluttu norður, tá íð eg var liðugur at lesa til skipsførara á Sjómansskúlanum í Havn.

 -Eg fór út at sigla og tá hevur tað ikki so stóran týdning, hvar ein býr. Eg sigldi tey fyrstu árini við Maersk skipum og seinni fekk eg møguleikan at koma á brúnna umborð á frálandskipum hjá Skansi Offshore og har var eg, til eg fekk starv umborð á Rólant. Nú sigli eg í heimasjógvi, sigur Tórhallur Staksá.

 Og Tórhallur kennir seg heima á Viðareiði og stórtrívist.

 -Eg fáist við seyð. Og eg eri eisini í felagsskapi, har vit hava seyð í bjørgunum í fitilendum og tað spennandi ítrív, at fáast við hetta. Kjøtið í fitilendum er nakað heilt serligt til smakk. Vit sleppa heystlombum í fitilendi, sigur hann. 

Tórhallur og Jacoba eiga trý børn, tveir dreingir og eina gentu. Og eitt barnabarn er komið og næsta er á veg, nú hendan samrøðan fer fram í 2018.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”