Skriva út

Tóra á Heygum Bærentsen

Tóra á Heygum Bærentsen
deknur
Havnar kirkja (Dómkirkjan)

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tóra á Heygum er ættað úr Vestmanna, har hon vaks upp Á Heygum og hevði ein góðan barndóm. Tóra er fødd 8. mars í 1946.

 -Eg sang upp við orglið í dómkirkjuni og í 2003 varð eg biðin um at gerast deknur. Eg gjørdist kløkk, segði ja, og tók avbjóðingina. Nú eri eg deknur eina viku í senn.Her er nógv at gera, serliga um summarið og mær dámar væl, at tað hendir nakað.

 -Einaferð varð eg biðin um at lesa ólavsøkulestur. Eg fekk ikki boðini fyri dagin fyri. Eg var eitt sindur nervøs og rættuligur panikkur kom í, tá íð eg misti lestrarbókina hjá Jákup Dahl á gólvið, sigur hon .

 -Eg eri ein pensionerað sjúkrasystir. Heima eigi eg eitt rúm í kjallaranum og har stendur ein seymimaskina og hon gevur mær innihald. Eg svimji eisini nógv, tað liggur til familjuna. Pápa dámdi væl at svimja og eisini abbin, tann navnframi Ólavur á Heygum. Vit høvdu svimjihyl í skúlanum í Vestmanna. Nú svimja vit, maðurin og eg,  í Havnar Svimjifelag, sigur Tóra á Heygum Bærentsen.

Tóra er gift við Eyðun Bærentsen. Tey eiga tvey børn, dótturin er fødd í 1969 og sonurin í 1975 og tey eiga eisini seks barnabørn.

 -Eg haldi, at vit livað eitt virkið pensionistalív. Heilsan hevur nógv at siga. Spurningurin er, nær ein gerst pensioneraður sum kirkjutænari í Dómkirkjuni. Eini klokkarin er væl yvir 80, so eg veit ikki, sigur Tóra á Heygum Bærentsen.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.