Skriva út

Sverri Jacobsen

Sverri Jacobsen
klokkari og deknur
Tvøroyri
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Sverri Jacobsen er pensioneraður lærari og alt hansara virkna arbeiðslív hevur gingið fyri seg kring Tvøroyarfjørð. Vit skulu heilt aftur til 1956 og har tekur Sverri læraraskúlaprógv. Hann fær starv sum vikarur í Øravík og í Øravíkarlíð og eftir fyrsta árið sum lærari fær hann starv við Tvøroyrar skúla og her helt hann fram, heilt til hann fór frá vegna aldur. Sverri hevur livað eitt virkið lív á staðnum og frítíðin er fyri ein stóran part gingið fyri seg á floti. Sverri er føddur í Nesi í Vági tann 26 august 1933.

Eg byrjaði við at avloysa Martin Nielsen, sum tá hevði verið klokkari í eitt mannaminni, hann var yvir 80, tá ið eg byrjaði at avloysa. Eg hevði ymisk álitisstørv í kirkjuni, sat á kassanum, formaður í meiningheitsráðnum og var deknur eisini. Her var nokk av fólki tá, sum gekk í kirkju. Tvøráfólk vóru røsk at ganga í kirkju.

-Alt er tilfeldigheitir í lívinum. Eg eri ættaður úr Nesi í Vági. Konan er úr Kvívík og hon lærdi til sjúkrasystir og vit settu búgv á Tvøroyri. Vit eiga trý børn, tveir synir og eina dóttir og hava fingið sjey barnabørn.

-Eg eri uppvaksin við báti. Abbin á Nesi róði út við árabáti. Eg átti eitt áttamannafar. Eg skifti tað um vit ein seksæring og róði út á Norðhavinum tá íð eg var pensioneraður. Róði út av Eiði. Eg og Erling Eidesgaard, sáli, sum var lærari á Tvøroyri og deknur í kirkjuni vóru ofta á floti saman. Tað var ein ógvuliga stuttlig tíð. Honum dámdi so væl at royna eftir seiði. Vit royndu ofta við Lítlu Dímun og hann helt, at fiskurin í dímunnarseiðinum var fastari enn aðrastaðni, tí at so nógvur streymur var við Lítlu Dímum. Dímunnarknettini eru framúr góð.