Skriva út

Súsanna Mortensen

Súsanna Mortensen
deknur
Kvívík
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Súsanna Mortensen er ein av deknunum í Kvívíkar kirkju. Hon er tilflytari og hevur verið lærari í Kvívík í mong ár. Tað var sum lærari,at hon flutti til Kvívíkar. Hon hevur búð ymsastaðni i landinum og tættasta tilknýtið hevur hon til Skælings. 

    -Aftan á eg hevði tikið student í Hoydølum, var eg vikarur í Kvívík í eitt ár. Eg valdi síðan at fara á læraraskúla og varð liðug í 1993. Hetta var í eini krepputíð, sonurin varð føddur hin minniliga dagin í 1992, 6 oktober, tá ið bankarnir fóru av knóranum. Vit keyptu húsini, sum Axel Tórgarð hevði bygt, eftir at hann var farin frá sum prestur og hava búð í húsunum síðan. Maður mín Eyðun Lisberg er úr Suðuroynni og har er pápi mín eisini slektaður. Onnur omma búði í Famjin. Eg var lærari í 17 ár í Kvívík. Tá trongdi eg til at royna nakað nýtt og fekk starv í Sørvági. Har var eg í fýra ár og nú eri eg aftur í Kvívík. 

    -Eg haldi, at eg havi verið nokk so virkin í bygdini, havi verið við í teim flestu nevndum og havi tænt mína vernaplikt. Eg havi eisini verið virkin í skótunum og endaði í landsnevndini. Eg haldi, tað er ein skylda, tá ein livir í einum lítlum samfelag. Ì 2002 kom formaðurin í kirkjuráðnum og spurdi meg, um eg vildi vera deknur. Eg segði ja beinanvegin, helt tað vera ein heiður, at vera biðin. Eg havi verið glað fyri at vera deknur og havi verið í starvinum líka síðan. Tað er ein góð tænasta fyri meg. 

    -Sum ung hugsaði eg, at kirkjan var keðilig. Men sum eg eri vaksin til, eri eg glað fyri fasta formin. Ritualini eru nokkso konstant, kirkjan er forandrelig innan fastar karmar. Eg haldi ikki, at kirkjan er stirvin, men hon liggur í fastari legu. Fyri meg er tað stór eyðmýkt at vera partur av kirkjuliga arbeiðinum. Fólk leggja ikki merki til fyrr enn dagin kirkjan er stongd, at hon er stongd. 

    -Vit eiga tríggjar dreingir og Eyðun eigur eina vaksna dóttir. Eg havi enn nógv samband við Skæling, sigur hon.