Skriva út

Suni Kristiansen

Suni Kristiansen
organistur
Skála
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tað ganga fólk í landinum, sum hava verið okkara fyrimyndir, uttan at tey vita av tí. Ein av hesum er organisturin í Oyndarfjarðar kirkju, Sigmund Rasmussen, sum blaðungur byrjaði at spæla urgu. Onkuntíð spældi hann til morgunsang í nýggja Stranda skúla. Hetta hevur verið í 1969-1970 og í rekkjunum av børnum aftur eftir gongini stóð ungi skáladrongurin Súni Kristiansen, bergtikin og lurtaði. Og innast føddist hugurin at spæla fyri fólki og samkomum. 

    -Eg var átta ára gamal, tá vit fluttu á Skála. Pápi mín, Sigvald Kristiansen, sum var fuglfirðingur, hevði fingið starv sum kommunulækni á Skála. Hetta var í 1965. Tá ið eg var tíggju ára gamal, fór eg at ganga til orgulspæl hjá Katrinu Lamhauge, hon var organistur í kirkjuni. Hon lærdi meg, at spæla eftir nótum. Hennara leiklutur hevur havt stóran týdning fyri meg. Pápi, sum var tónleikaáhugaður, keypti okkum eisini eitt klaver. Eg og Arnbjørn bróður lærdu okkum, hann er í dag organistur í Kollfjarðar kirkju. 

    -Katrina fekk meg í kirkjuna at ganga henni til handar. Tað fyrsta eg gjørdi var at hála pípurnar út. Har vóru einans tríggjar pípur. Katrina spældi. Hon hevði góða rødd og sang við, meðan hon spældi. Sum 13 ára gamal slapp eg at spæla fyrstu ferð. Eg fór í Hoydalar í 1977. Tá ið vit fingu nýggja pípuorgulið í 1979 hevði eg høvuðsábyrgdina av orgulspælinum í kirkjuni.

Suni heldur, at tað hevur stóran týdning, at seta nýggjar organistar við, og hann heldur ikki, at tað er rætt, at organistar sita so fastir í sessinum, at ungir ikki sleppa fram at. Hetta sjónarmið hevur hann ført fram í Kristiligum Ungmannablaði og tað er gerð aftanfyri hetta sjónarmiðið, tí ongastaðni í landinum eru so nógvir ungir organistar settir við, sum júst á Skála og hesum arbeiði hevur Súni staði fyri. 

    -Eg fór á læraraskúla í 1980 og hevði tá kvøldskúla í orgulspæli. Tey, sum dugdi best sluppu at royna seg við urguna til føstugudstænastur. Kvøldskúlin hevur partvíst klakt organistar. Eg hevði tónleik sum linjufak á læraraskúlanum og seinni gjørdist eg deildarleiðari á
Musikkskúlanum. Bara í okkara umhvørvi eru eini 15 organistar sprettir úr hesi frálæru, sigur Suni Kristiansen. Suni gavst sum lærari í 2002 og fór at fáast við pengar. Hann var eitt skifti á skrivstovuni hjá Varðanum í Gøtu og er í dag fíggjarstjóri í Runavíkar kommunu. 

    -Skal gudstænastan ikki bert vera fyri tey tilkomnu, er neyðugt at vit eisini hava nakað fyri tey ungu. Eg minnist, tá ið vit skiftu frá danskari sálmabók og yvir til ta føroysku. Tá var vanligt, at ein sunnudag um mánaðin var gamla og kenda danska sálmabókin eisini nýtt. Tað bar til. Vit kundu gjørt tað sama í dag, eitt nú. Eitt nú, at vit høvdu tríggjar sálmar onkran sunnudag og av hesum tveir sálmar, sum børnini kenna frá sunnudagsskúlanum og sum tey duga. Tað hevði longu broytt sangin. Vit kundu havt bíbliusøgu undir gudstænastuni. Eg haldi, at tað hevur týdning, at ein partur av gudstænastuni verður lagdur av til børn, sigur Suni Kristiansen.