Skriva út

Sólarn Karlson Isaksen

Sólarn Karlson Isaksen
klokkari
Húsar
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Sólarn er í dag húsamaður. Hann er giftur í bygdini og er pápi og abbi og hann er eisini klokkari. Húsamaður hevur hann verið í 32 ár og hann er føddur 3 oktober 1957.

-Eg eri 60 ára gamal og mín slekt fer víða um, eins og hjá øllum. Isaksen navnið kemur av Slættanesi. Annar abbin var úr Gøtu og forfedrar hansara av Slættanesi. Eg eri uppvaksin á Glyvrum, gekk í barnaskúla í Klaksvík og giftist til Húsar í 1986.

-Eg havi trivist avbera væl á Húsum. Konan var ikki so bjartskygd, at eg fór at trívast á Húsum, men hennara spádómur helt ikki stikk. Eg dugdi einki av vanligum arbeiði í eini bygd, tá íð eg flutti. Eg dugdi ikki at fletta, heldur ikki at ganga á fjall, eg dugdi einki. Men eg havi luttikið og lært og nú dugi eg alt, sigur Sólarn Karlson Isaksen.

-Og sum ein partur av bygdalívinum, geri eg eisini tænastu sum klokkari í kirkjuni.

-Eg eri útbúgvin maskinmeistari og sigldi fyrr við línubátum. Eitt nú var eg níggju túrar í New Foundlandi við Sigurdfara. Eg var sum maskinmaður við í arbeiðinum at gera tunnlar her og í Kunoy. Seinastu árini havi eg arbeitt sum maskinmeistari á smoltstøðini her í Kallsoynni.

-Vit eiga trý børn og seks barnabørn. Vit eru rík, sigur hann.