Skriva út

Snorri Haldórsson Brend

Snorri Haldórsson Brend
organistur
Viðareiði

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Yvirskriftin sigur, at Snorri er organistur í Viðareiðis kirkju, men har kundi eins væl staðið Havnar kirkju. Har hevur hann eisini spælt og har lærdi hann sum ungur at handfara størsta ljóðføri, sum vit eiga, nevniliga urguna. Snorri er føddur 25. august í 1958.

 -Jú, eg havi spælt nógv í Havnar kirkju og tað var har eg lærdi at spæla. Eg gekk til klaver hjá Turid Waagstein Rasmussen og síðan kom eg undir veingirnar hjá Jóannes Nolsøe, sum lærdi meg at spæla orgul. Hann var organistur í Havnar kirkju, nú dómkirkjan. Pápi mín er íslendingur og eg fakk eina íslendska nótabók við sálmum og hendan vakti mín áhuga fyri sálmum. Eg havi verið knýttur at tónleiki, síðan eg var 14 ára gamal, sigur Snorri Halldórsson Brend.

 -Meðan eg gekk í Hoydølum, var eg onkuntíð organistur í Havnar kirkju, har eg eisini vandi.

Snorri giftist í 1984 við Turid, sum er ættað av Viðareiði.

 -Eg spældi av og á í Viðareiðis kirkju. Í mars 2016 gjørdist eg fastur organistur á Viðareiði. Eg avloysti Gunrid Dahl Sørensen, sum hevði verið organistur í Árnafirði og á Viðareiði í 70 ár samanlagt.

 -Eg venji nógv, tað skal vera gott, venji fleiri ferðir um vikuna, sigur hann.

 -Eg og Turid eiga tríggjar gentir. Tær eru allar vaksnar í dag. Og vit hava fingið eina abbadóttir, her nørist, sigur hann.

Snorri hevur verið blaðmaður í mong ár og hann starvast í løtuni sum stuðul hjá fólki við sálarligum og sosialum avbjóðingum.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.