Skriva út

Sjúrður Nolsøe

Sjúrður Nolsøe
klokkari
Dalur

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

“Eg havi nokk ringt av og á heilt aftur til at kirkjan í Dali var tikin í brúk í 1957. Pápi mín var klokkari. Hann kallaðist Demmus Nolsøe og eg var við honum í kirkjuni. Eg var 11 ára gamal, tá íð vit fingu kirkju í Dali.” Hetta sigur Sjúrður Nolsøe, sum hevur verið klokkari í Dals kirkju í 40 ár. Hann er føddur 22. februar 1946.

 -Eg var fast klokkari í 1990 og havi verið klokkari síðan. Áðrenn hevði eg verið avloysari. Eg og beiggi mín vóru valdir í senn, og tá ið hann doyði var eg einsamallur og so hava aðrir avloyst. Onkuntíð hevur deknurin eisini verið klokkari undir somu gudstænastu, sigur Sjúrður Nolsøe.

 -Eg havi verið heimamaður, sjólívið hjá mær vardi í fimm ár. Eg var helst for góður við jørðina. Eg fór at koyra buss sum 25 ára gamal og koyri buss enn.

 -Vegurin til Dals er ikki nøkur autostrada, men farturin er lítil. Vit eiga ein vakran veg, men hann er ikki nútímans. Eg havi koyrt skúlabørn í mong harrans ár. Vegurin kom um heystið 1963 og ongin er farin oman av honum enn oman í brattlendi. Men vit høvdu kunna hugsað okkum ein betri veg.

Konan Eyðbjørg er úr Húsavík, vit eiga seks børn, fimm døtur og ein son. Og vit hava fingið 14 barnabørn, her hava verið 14 fold, og tað verður roknað sum gott í eini veltu, sigur hann smílandi.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.