Skriva út

Sigurd Syderbø

Sigurd Syderbø
klokkari
Christianskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Vegirnir til klokkarastarv í Christianskirkjuni eru ikki allir teir somu. Í hesum førinum er tað kunnleikin til elektrisitet, sum gav Sigurd Syderbø atgongd til ringingina. Sigurd er føddur tann 8. oktober í 1948.

 -Eg loysti Niels Juel Arge og svigarson hansara Hjørleif Poulsen av í eini fimm til seks ár. Hetta var í árunum 2004-2010. Og orsøkin til hetta er ikki tann heilt vanliga. Eg havi arbeitt við elektrisitetinum í Christianskirkjuni, síðan eg byrjaði at læra til eletrikara. Eg installeraði automatisku ringingina. Tann fyrsta klokkan varð automatisk í 1987 og hinar  báðar seinni. Her eru tríggjar klokkur, tvær viðsíðuna av og ein í torninum. Eg avloyst, tí verandi klokkarar vóru enn ikki so stinnir í automatikkinum. Eg lærdi sum ungur til elektrikara hjá Sven Joensen í  Klaksvík og havi arbeitt sum eletrikari síðan, sigur Sigurd Syderbø.

 -Sum tænari í eini kirkju leggur tú merki til, at fólk eru nógv meira hjálpsom enn man trýr. Kirkkjan og Emmaus eru míni andaligu tilhaldsstøð, sigur hann.

 -Eg arbeiði enn sum installatørur, eg havi havt egið virkið síðan 1995. Sjálvt um eg havi havt ein blóðtøpp, so arbeiði eg enn, sigur hann. 

Sigurd er giftur við Annu og hon er úr Klaksvík. Tey eiga trý børn, tveir synir og eina dóttur. Dótturin eigur fimm børn og elsti sonurin trý. Sigurd og konan eru ríkaði við átta barnabørnum.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.