Skriva út

Sigurd Niclasen

Sigurd Niclasen
klokkari
Hósvík

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Sigurd Niclasen hevur verið leingi klokkari í Hósvík. Og upprunaliga hevur hann einki við Hósvík at gera. Hann er gjáarmaður og er slektaður av Bíggjarlagnum við Gjógv. Og sum ikki einaferð var tað konan, sum fekk hann at flyta úr heimbygdini, hóast hann var trekur og longdist illa norður aftur tey fyrstu árini. Sigurd er føddur 9. november 1933.

-Vit møttust við Gjógv. Konan Ása var komin norður at ferðast, hon átti eitt systkinnabarn við Gjógv og vit blivu góð. Vit giftust í 1962 og búðu nøkur ár við Gjógv, áðrenn vit fluttu til Hósvíkar.

-Tað gekk hampiligt at flyta. Eg var til skips, sigldi við línubáti. Men mær longdist illa norður aftur fyrstu árini. Vit bygdu í Hósvík. Tað var serliga konan sum ynskti at búgva í Hósvík og fyrstu tíðina var ikki gott samband til Hósvíkar, vit vóru næstan eins avbyrgd og við Gjógv. Vit hava verið signaði, vit eiga trý børn og fleiri barnabørn.  Konan hevur tað gott.

- Tað er gott at gerast gamal í Føroyum.  Vit eiga eitt sindur av jørð við Gjógv og ein sonur hjá okkum býr í míni heimbygd. Eg haldi, at tað var ógvuliga gott at vaksa upp við Gjógv. Har var so nógv fólk, tá ið eg vaks til. Tað vóru fólk í hvørjum húsi. Hvørt hús var fult.

-Og tað er vakurt at blíva gamal saman. Vit klára okkum heima. Konan ger døgurða hvønn dag og dótturin býr hjá okkum, hon er ógift.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”