Skriva út

Sigrun Elisabeth Hammer

Sigrun Elisabeth Hammer
deknur
Havnar kirkja (Dómkirkjan)

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Sigrun hevur verið deknur í Havnar kirkju ella dómkirkjuni síðan 1. juni í 2006 og tað kom mest sum burtur úr ongum, at hon var biðin til dekn. Sigrun er fødd 6. mai 1956.

 -Randi Petersen, sum var kirkjuráðsformaður ringdi til mín og spurdi. Eg var bilsin, hevði slett ikki roknað við tí. Eg havi gingið nógv í kirkju, men hevði ikki roknað við, at eg fór at fáa hendan spurningin nakrantíð, sigur hon.

 -Deknagudstænastan er mín vitnisburður um at eg arbeiði í Guds húsi. Vit eru fýra deknar, fýra klokkarar pluss ein eyka klokkara og ein eyka dekn. Tað eru fitt fólk, sum arbeiða her. Tað kennist fjálgt at arbeiða í kirkjuni, vit eru vinarlig við hvønn annan og hava tað gott saman. Tað er ikki so ofta, at deknagudstænasta er í dómkirkjuni. Her er vanliga altíð prestur. Vit deknar skiftast og eg havi vakt eina viku um mánaðin. Eg kenni tað ikki serliga bundisligt. Deknar eru vanliga ikki við til jarðarferðir, sigur hon.

 -Eg haldi, at gudstænastan er hátíðarlig, og friður kemur yvir meg í kirkjuni, sigur Sigrun Elisabeth Hammer.

Sigrun er sjúkrasystir og hevur arbeitt í samfull 33 ár á Landsjúkrahúsinum, harav 27 ár á barnadeildini. Hon byrjaði sum gongsgenta.

Sigrun er gift við Símin Hammer, hann er ættaður av Tvøroyri. Tey eiga tríggjar dreingir og ein ommusonur er eisini í familjuni.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.