Skriva út

Signar Halvdan Mortensen

Signar Halvdan Mortensen
klokkari og húsavørður
Bønhúsið í Ørðavík

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Signar tekur sær av øllum møguligum í Bønhúsinum í Øravík. Hann er eitt slag av húsavørði og tá klokkarin Petur Mohr hevur forfall ringir hann eisini. Men hann er ikki deknur, har gongur greinsan. Signar er føddur 10. oktober 1954.

 -Bønhúsið varð tikið í nýtslu í 1966 og frammanundan hevði verið savnað inn til byggingina. Húsið hevur roynst okkum væl og er miðdepilin í bygdini. Vit eru felags um húsið. Tað er eitt forsamlingshús, men meira avmarkað enn ein kirkja. Eitt nú kunnu børn ikki doypast her.

 -Eg havi róð út í mong ár. Faktisk havi eg verið útróðrarmaður seinastu 21 árini. Nú hjálpi eg soninum, skal tøma rúsur á Hovsfirði í dag. Men har eru ongar goggur. Avlúsingin á alibrúkunum drepir alla gogguna.

 -Í dag eri eg fyritíðarpensionistur. Eg kom illa til skaða av eini arbeiðsvanlukku á havnalagnum á Tvøroyri. Ein trossi slitnaði, og eg var maðurin, sum kom til skaða. Í dag eri eg landformaður hjá soninum, sum rør út.

 -Tað er svárt at fáa skaða, men eg slapp so at liva. Nú gongur lívið meira spakuliga, meira at kalla í fyrsta geari. Eg eri giftur við Katrin Groth Mortensen. Vit eiga tveir synir og tvey barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.