Skriva út

Samson O. Samson

Samson O. Samson
deknur og klokkari
Viðareiði

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Navnið Samson O. Samson er somikið klaksvíksligt, at her tørvar ein neyvar frágreiðing, hvussu tað ber til, at Samson hevur verið deknur og klokkari í Ónagerði á Viðareiði. Tann stutta frágreiðingin er, at hann hevur verið húskallur hjá konuni, Mildrid á Brekkumørk, síðan hann giftist við henni í 1970, ella fyri 50 árum síðani. Samson er føddur 24. august 1940.

 -Eg helt fram sum smiður í smiðjuni hjá pápa tvey ár aftantá at vit vóru gift. Eg og konan møttust í dansi í Klaksvík. Hetta var í 1966. Vit fingu tveir synir, men upplivdu ta stóru sorg, at annar sonurin doyði av sjúku, einans 21 ára gamal. Vit eiga trý barnabørn, sigur Samson, meðan vit sita og práta.

 -Abbi, abbabeiggjarnir og pápi høvdu smiðuna. Ein glyvramaður, Knud Knudsen hevði byrja hana. Abbi keypti smiðuna í 1924. Tað var næstan sjálvsagt, hvat eg skuldi gera í lívinum. Eg fór í læru sum smiður. Seinni fór eg at læra til maskinmeistara í Klaksvík, tók eksamin í Havn og í 1962 fór eg út at sigla, sigur hann.

 -Mær dámdi væl at sigla úti í heimi, men eg longdist illa. Longsta útmynstringin vardi í 22 mánar. Kontraktin ljóðaði upp á hálvt annað ár. Eg havi góð minnir frá hesi tíðini, sigur hann.

 -Eg havi bóndast á Viðareiði. Tað riggar væl at vera húskallur hjá konuni. Talan er um ein fýra marka garð við 100 áseyðum. Vit høvdu upp til 10 mjólkineyt. Nú eiga vit hagan, sum liggur Inni í Dølum, har tunnilin kemur út.

 -Eg gjørdist deknur í 1972. Har var ein deknur, sum kallaðist Poul John, eg avloysti hann og tað gjørdi eg í eini 10 ár. Seinni avloysti eg Dánjal Lydersen eina tíð og eg havi eisini verið avloysari sum klokkari, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.