Skriva út

Sakaris Bech

Sakaris Bech
deknur
Porkeri

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Á hvørjum ári fyllir Sakaris Bech í Porkeri ár á Mikkjalsmessi. Hetta er ein matlig tíð og hann situr við einum tvey marka festi, sum hevur verið í familjuni síðan 1600 talið. Sakaris er føddur tann 29. september 1942.

-Eg havi verið nógv burtur, havi siglt og sum klokkari havi eg verið avloysari í kirkjuni, eisini sum deknur og forsangari, um organisturin hevur havt forfall.

-Familjan hjá mær í báðar ættir vóru álitisfólk í kirkjuni langt aftur í tíðina. Vit hava altíð havt tætt forhold til kirkjuna. Eg haldi, at eg eri tann einasti í dag, sum sitið fast í familjustólinum. Fyrr var tað soleiðis, at ein stólur hoyrdi til hvørt bóndahúsið.

-Eg haldi, at tað ber til at siga, at Porkeri hevur verið ein virkin bygd andaliga. Ein stór veking fór fram her í 1932 og tá varð missiónshúsið bygt. Baptistarnir komu í 1907 og teir eru enn her.

-Eg havi verið á sjónum mesta partin av lívinum. Eg fór til Grønlands í 1959 við síðutrolara, tá var er 17 ára gamal. Eg var burtur í seks mánaðir og tjenti 5000 krónur. Eg fór á skúla og tók skipsføraraprógv og fór at sigla við farmaskipi. Eg var í mong harrans ár skipari á skipunum hjá Skipafelagnum, Ravni, Lómi og Bliki. Eg var í 37 ár í tænastu hjá Skipafelagnum og tað var ein góð tíð.

-Kona mín eitur Jonhild og er úr Porkeri. Vit eru javngomul, fóru í skúla sama dag, konfirmeraðust sama dag og giftust sama dag. Vit eiga fýra børn, tríggjar døtur og ein son. Tann elsta og tann yngsta dótturin búgva í Porkeri. Tann mittasta og sonurin búgva í Havn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.