Skriva út

Regin Høgnesen

Regin Høgnesen
deknur
Leirvík
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Regin hevur verið knýttur at kirkjuni og heimamissiónini alt lívið. Hann gekk í kirkju sum barn, og bleiv umvendur í 1971 og var deknur eitt 12 ára skeið frá áttatiárunum og fram eftir til hann kom i fast starv sum trúboðari hjá heimamissiónini og har er hann enn, nú hann er 67 ára gamal. Regin er leirvíkingur og føddur 23 februar 1947. 

    -Kirkjuráðið spurdi meg. Eg ivaðist ikki og helt, at eg kundi royna. Eg byrjaði við at lesa føstulestrar, hetta var royndartíðin og so fór eg at lesa fast. Vit vóru fýra deknar, eg átti tørn fjórðu hvørja ferð, hetta var ikki bundisligt. 

    -Leygardag plagdi eg at velja sálmar, tað var ikki so torført, tí uppskot vóru í sálmabókini. Tað vóru tríggjar lestrarbøkur at velja í millum, ein hjá Mariu Eide og tvær hjá próst Dahl. Sum regul brúkti eg Dahl. Hann hevði ein greiðan og persónligan boðskap,sum eg kendi aftur inni í mær sjálvum. Hann vildi nakað við sínum lestrum. 

    -Summar lestrar var eg meira spentur upp á at lesa enn aðrar. Jákup Dahl skrivaði beinleiðis til mítt hjarta. 

    -Eg varð settur hálva tíð sum trúboðari hjá Heimamissiónini í 1990 og fulla tíð í 1992 og nú um pensiónsaldur eri eg aftur á hálvari tíð. Hetta hevur verið eitt ótrúliga spennandi starv sum trúboðari, har eg eri komin víða um í landinum. Eg var sum ungur á bíbliuskúla niðri á Børkop og eri vanur at trýna fram fyri fólki. Eg eri eisini sloppin at skriva egnar prædikur til føstugudstænastur og jarðarferðir, meðan eg havi verið deknur. Eg skrivi talur hvønn sunnudag til møti i missiónshúsunum.

Regin er giftur við Pálmu, sum er ættað úr Fuglafirði. Tey fingu fimm børn. Í 2014 upplivdu tey ta stóru sorg at missa Eyðbritt, dóttrina, sum knappliga doyði 5 oktober, uttan sjúkralegu. Hon var bara burtur eftir nøkrum sekundum. Eftir sita trý børn.