Skriva út

Rannveig Hovgaard

Rannveig Hovgaard
deknur
Sandvík

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tey eru ikki í kirkju hvønn sunnudag í Sandvík, ein skrá verður løgd, og so vita fólk, nær kirkjugongd er. Skift verður millum at lesa lestur og gudstænastu, tá ið prestur er.

Rannveig Hovgaard plagar at avloysa Niclas, sum er deknur. Rannveig býr í Sandvík og er lærari í Hvalbiar skúla. Rannveig er fødd 12. oktober 1956.

-Eg havi verið avloysari í nøkur ár, og tað hevur riggað væl. Vit eru so fáment her í bygdini, og vit brúka av og á gestadeknar aðrastaðni frá. Eisini plaga konfirmantar at lesa inngangs - og útgangsbøn.

-Sandvík er ein rein kirkjubygd, her er heldur ongin missión. Ein í bygdini hoyrir til Brøðrasamkomuna, og hon plagar at baka til kirkjuna, tá ið okkurt tiltak er, sigur Rannveig Hovgaard.

-Kirkjan er okkara samlingsstað, og vit hava ofta kaffi í forkirkjuni aftan á gudstænastu, og har verður prátað og hugnað sær.

Kirkjan er gamla kirkjan av Tvøroyri. Hon stóð fyrst í Froðba, og síðan var hon flutt til skjótt vaksandi nýggju bygdina Tvøroyri, har hon stóð til 1908, og varð síðani niðurtikin, tá nýggj kirkja kom á Tvøroyri, og varð síðani flutt til Sandvíkar og sett upp. Suðuroyingar hava tað við at endurnýta kirkjur. Gamla kirkjan í Vági stendur í Hovi.

-Umframt gudstænastur skipa vit fyri sálmasangkvøldi, aftankvirru og øðrum tiltøkum, har eisini tónleikarar luttaka. Ein trupulleika hava vit, vit mangla urguleikarar.

Ranveig er gift við Áka Bertholsen, og tey eiga ein vaksnan son.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.