Skriva út

Rannvá Hentze Davidsen

Rannvá Hentze Davidsen
upplesari
Argja kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Rannvá hevur fingið kirkjuna brenda inn í tilvitskuna heilt frá tí hon var eitt lítið barn. Argja kirkja er nærmasti granni hjá foreldrum hennara og bæði foreldrini hava alla hennara tíð verið virkin í kirkjuni í samband við sunnudagsskúlan og at hjálpa til í køkinum. Rannvá er fødd 2. apríl 1978.

 -Á Argjum verður sunnudagsskúlin hildin, meðan gudstænastan er. Vit plaga at syngja sangir, lesa onkran bíbliutekst, spæla spøl og lesa søgu. Vit eru trý vaksin um sunnudagsskúlan hvørja ferð. Eg haldi, at sunnudagsskúlin hevur týdning fyri føroysku fólkakirkjuna. Sunnudagsskúlabørnini eru komandi kirkjugangarar, og tí hevur tað týdning, at kirkjan tekur sær væl av teimum og venur tey til eitt andslív sum vaksin.  sigur Rannvá Hentze Davidsen.

 -Kirkjan hevur kapping, her hendur so nógv í samfelagnum. Tí hevur tað týdning, at kirkjan er virkin og sæst aftur í nærumhvørvinum. Tað ganga nógv fólk í kirkju á Argjum, men ikki í mun til hvussu nógv fólk búgva her. Kirkjan hevur vakstrarmøguleikar, um vit gera okkara til, at hon er eitt fjálgt stað at koma í, sigur hon

 -Vit eru flutt út aftur á Argir, eftir at hava verið burtur frá 2004-2016. Eg arbeiði sum bioanalytikari á Landsjúkrahúsinum, sigur hon.

Rannvá er gift við Dávid. Tey eiga fýra børn, harav tvey eru tvillingar.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.