Skriva út

Rakul Hentze Niclasen

Rakul Hentze Niclasen
deknur
Argja kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Rakul er í eini tilgongd, har hon skal gerast deknur. Hetta er ein roynd hjá prestinum Derhard Olsen at fáa kirkjufólkið meira við í sjálva gudstænastuna. Rakul er fødd 3. september 1983.

 -Derhard spurdi meg  um eg vildi gera tænastu undir gudstænasturi. Mær dámar ikki so væl at standa fram, men prestur yvirtalaði meg. Hetta er ein útbúgving til at gerast deknur í framtíðini, sigur Rakul Hentze Niclasen

 -Eg lesi eitt petti upp millum fyrsta og annan sálm. Hetta er ein roynd, at fáa kirkjufólkið meira við í gudstænastuna, sigur hon.

 -Tað hevur týdning fyri meg at gera tænastu undir gudstænastuni og tað hevur eisini týdning fyri meg, at lurta eftir mær sjálvum, hvørja uppgávu eg skal átaka sær, um tað skal vera í kirkjuni ella í køkinum, sigur Rakul Hentze Niclasen.

 -Eg eri uppvaksin á Argjum og tí er Argja kirkja mín heimakirkja, sigur hon.

Rakul er gift við Kristjan Niclasen og tey eiga trý børn, tríggjar gentur. Dagliga arbeiðir Rakul sum bioanalytikari á Landsjúkrahúsinum.

Rakul er dóttir Erland og Sannu Hentze av Argjum og hon er uppvaksin í Høvdagøtu, sum er beint við kirkjuna.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.