Skriva út

Petur Zachariassen

Petur Zachariassen
klokkari
Hvalvík

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Petur Zachariassen er úr Streymnesi og hevur búð í Hvalvík størsta partin av lívinum. Hetta plagar hann at siga er tann stutta søgan um hansara lív. Petur her føddur 17. september 1937 og hevur verið klokkari í Hvalvíkar kirkju.

-Eg giftist við einari gentu úr Hvalvík, men vit fingu stutta tíð saman. Hon kallaðist Elinborg Joensen og var slektað Har Frammi við Kráir. Eg búgvi enn í hennara barndómsheimi. Vit fingu bara seks ár saman, so doyði hon. Hon átti ein son, Hallur Zachariassen, tá ið vit møttust og vit fingu trý børn saman. Tann elsta dóttirin Karin,  býr í Streymnesi. Vit fingu eina dóttir í 1965, hon varð doypt á sjúkrahúsinum Katrina eftir ommu síni og doyði tríggjar mánaðar seinni. Og síðan fingu vit sonin Finnbjørn, sum arbeiðir sum revisor í Havn. Konan var bara 28, tá ið hon doyði av sjúku 2. november 1968.

-Lívið sá svart út og so hendi nakað gleðiligt fyri okkum. Eg hitti eina kvinnu og hon gjørdist mær ein góð kona. Hon kom sum ein frelsandi eingil. Hildibjørg var dóttir Hans Paula á Bø í Haldórsvík. Vit giftust 30. oktober 1971 og fingu ein son. Hann fekk sær eftirnavnið hjá abbanum og eitur Egil á Bø. Hann hevur verið kendur sum fótbóltsleikari.

-Hildibjørg var fantastisk. Her vóru fýra børn av ymiskum uppruna og hon gjørdi ongan mun. Hetta var tragiskt og hon megnaði at venda lívinum til nakað gott. Vit fingu mong ár saman. Hon doyði fyri nøkrum árum síðan.

-Eg var klokkari, tá ið Petur Petersen var prestur í Hvalvík. Hann spurdi meg um eg vildi lesa og eg segði við hann, at skuldi eg vera deknur, so vildi eg sleppa á prædikustólin. Eg visti, at tað slapp eg ikki, sigur Petur smílandi.

-Eg var fýra ár til skips. Eg fór í 1951 til Grønlands við Anker Gærdum á Strondum sum skipara. Hann var ein fittur skipari. Síðan fór eg niður til Danmarkar at læra til kleinsmið. Hetta var í Keypmannahavn. Eg kom heim aftur og fór at arbeiða hjá landsverk. Eg umvældi maskinur. Eisini kirkjuspíran í Hvalvíkar kirkju. Seinni fór eg at starvast hjá postverkinum og var í 34 ár í starvi sum postmaður. Hetta var eitt áhugavert arbeiði og eg kom at kenna øll. Tað var eitt øgiligt hemmiligheitskremmari, tá kassar skuldu berast út. Ongin skuldi vita, at kassi var komin og so var líka mikið, um kenningin kom seinni um dagin, sigur Petur Zachariassen.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.