Skriva út

Petur Johannesen

Petur Johannesen
organistur
Skála
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Petur Johannesen hevur tvey størv í fólkakirkjuni. Hann er organistur í kirkjuni á Skála og hann er deknur í Vesturkirkjuni. Petur er skálamaður. Hann er sonur Juliu og Halgrim Johannesen, og pápin hevur verið deknur á Skála í eitt mannaminni. Hann er føddur tann 18 februar 1968. 

    -Eg lærdi at spæla í doktarahúsunum á Skála. Fyrst hjá Arnbjørn Kristiansen og síðan hjá beiggjanum Súna Kristiansen og heima høvdu vit orgul í húsinum. Eg tímdi ikki so væl fótbólt, men orgulið var dragandi. Eg minnist at Jógvan Thomsen úr Nólsoy, sum er kendur organistur í landinum, plagdi at koma inn á Skála at vitja. Mamma hansara var ættað hiðani. Hann dugdi væl at spæla og eg ynski rættuliga at læra kynstrið, sigur Petur Johannesen. 

    -Súni var góður lærari, hann dugdi at fáa tónleikin brúktan til nakað. Vit vandu í føstugudstænastunum og vunnu á tí ringasta nervøsitetinum. Eg spældi sjálvur fyrstu ferð í 1980. Suni lokkaði meg at spæla ein sálm, meðan fólk sungu við. Lagið var “Fred hvile over land og by.” Síðan byrjaði eg í smáum, fyrst hálvar gudstænastur og síðan heilar. Eg havi eisini spælt nógv til møtir.

Petur lærdi á Skála, arbeiddi hjá Poul Mohr og fór síðan á maskinmeistaraskúla. Hann siglir nú úti sum chiefur. 

    -Í maskinrúminum ansi eg væl eftir oyrunum, eg hugsi um tónleikin. Í dag er tað soleiðis, at eg geri ikki framgongd við tónleikinum, men eg haldi hann viðlíka og eg rokni við, at eg fari at gera meira við tónleikin í framtíðini. Umborð havi eg ein gittara við, sigur Petur Johannesen. Hann er giftur við Fríðu, hon er úr Fuglafirði, tey eiga trý børn, tveir dreingir og eina gentu. 

    -Eg havi arbeitt tvørkirkjuligt og kundi hugsað mær broytingar. Eg haldi, at tað er gott, at vit hava ymiskar kirkjur. Fyri meg er tað tó heilt greitt. Fólkakirkjan er heimið, her verið eg varðveittur, til eg endiliga komið heim, sigur hann.