Skriva út

Peter Jacob Johannesen

Peter Jacob Johannesen
klokkari
Skála
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Petur Jacob Johannesen var fastur klokkari frá 1948 og fram til 1955. Hetta er øgiliga langt síðani og hann er enn í besta velgående og er 80 ára gamal. Peter Jacob er føddur 8. oktober 1934. Og hvussu ber tað so til, at hann gerst klokkari sum drongur og seinni sum hálvvaksin?

Her er tað abbin, sum kemur inn í myndina. Abbin kallaðist Joen Fredrik Christiansen og var fyrsti klokkarin í Skála kirkju nakrantíð. Hann ringdi fyri fyrstu ferð sunnudagin 20 oktober 1940 og hann skrivaði søgu, tí ongin nakrantíð hevði ringt við kirkjuklokku á Skála áðrenn tað. Hetta var dagurin kirkjan varð vígd av Jákup Dahl, prósti, í eini myrkari tíð fyri heimin og Føroyum við. Kríggj herjaði og Petur Jacob minnist dagin, hann var tá seks ára gamal. 

    -Eg plagdi at ringja fyri abba mín. Eg ringdi fyrstu ferð, tá ið er var 14 ára gamal. Eg minnist hetta væl, hetta var ein spennandi tið og beint aftan á fór eg í læru á skipasmiðjuni, sigur Peter Jacob Johannesen.
 
Peter Jacob Johannesen hevur livað eitt spennandi lív. Tá ið hann var liðugur við smiðjulæruna, tók hann maskinist, hetta var í 1951. Hann var ein minniligan túr við gamla koltrolaranum Tróndur í Gøtu.
 
    -Eg var saman við fýra øðrum fýrbøtarum. Tað var eitt stríggið liv. Báturin tók 500 tons av koli og lastaði 250 tons av saltfiski, tá ið hann var fullur. Men vit brúktu nógv kol til at fáa 250 tons og máttu inn at bunkra. 

    -Í 19 ár sigldi eg við Sámal Jacobsen, sum skipara. Fyrst við Ísborg og síðani við Norðborg. Sámal var ein góður skipari, mildur og skeldaði ikki. Og hví fortelji eg hetta, tað er sum skaldið tekur til, um hundrað ár er alt gloymt, sigur hann. 

    -Eg var bara klokkari í áðurnevnda tíðarskeiði og havi ikki ringt aftur. Ella tað er ikki heilt rætt, eg havi ringt onkra hendinga ferð síðan 1955, sigur hann. Petur Jacob er giftur við Sonju, sum eisini er av Skála og hon hevur Johannesen sum gentunavn og hevur borið hetta eftirnavnið alt lívið. Tey fingu fýra børn saman. 

    -Eg ørminnist, at vit gingu til altars í Sjóvar kirkju. Vit skiftu skógvar við strandagarðar og fóru inn í húsini í Bakkanum at skifta klæðir og fáa okkum ein heitan munn, sigur Petur Jacob Johannesen.