Skriva út

Paulina Dam Hansen

Paulina Dam Hansen
deknur
Argja kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Paulina kennir seg knýttan at Argjum, har hon er uppvaksin, hóast hon býr í Vestmanna og Paulina hevur ætlanir um at flyta aftur á Argir einaferð í tíðini. Paulina er fødd 21. september í 1965.

 -Eg havi verið deknur í Argja kirkju seinastu árini, síðan 2011. Mær dámar so væl at ganga í kirkju og dámi serliga væl sálmasangin. Tað er ein litil prædika í hvørjum sálmi, sigur Paulina Dam Hansen.

 -Vit fluttu til Vestmanna, men eg eri deknur á Argjum. Eg havi samband við Suðurstreymoyar Vestara Prestagjald. Eg hoyri til kirkjusóknina og velji her, sigur hon.

 -Eg vil hoyra til Argja kirkju, fór at ganga meira í kirkju, tá íð eg fekk børn. Mær dámar so væl innihaldið í sálmunum og ikki minst klangin, sigur hon.

Paulina arbeiðir á skrivstovu innan fígging og bókhald.

 -Eg koyri í millum. Vit hava keypt barndómsheimið hjá ommu í Vestmanna. Men vit hava eisini keypt grundstykkið í høvuðsstaðnum og hava ætlanir um at flyta aftur.

Poulina er gift við Páll Johan Jarnfoss og hann er ættaður úr Suðuroy. Tey eiga tvær vaksnar døtur og onki barnabarn er komið enn.

 -Eg geri mær stóran ómak at velja lestrar og fyrireiki meg væl. Eg lesi ofta hart fyri mær sjálvum dagarnar áðrenn, eg skal á kórsgáttina, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.