Skriva út

Paulina av Steinum

Paulina av Steinum
deknur
Argja kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

“Eg eri hálvur fámenningur og hálv gjáarkvinna. Pápi mín var frá Gjógv og mamma mín úr Fámjin. Og vit vitjaðu norður til Gjáar, tá íð eg var barn,” sigur Poulina av Steinum, sum er deknur í Argja kirkju og fødd tann 9. apríl 1949.

 -Eg havi verið lærari á Argjum í 30 ár. Og eg havi verið knýtt at kirkjuni sum kirkjugangari. Eg eri fyrsta kvinna, sum var deknur í Argja kirkju og var eina tíð. Vit búðu á Argjum tá, men síðan eru vit flutt til Kollafjarðar og har er okkara heim í dag, sigur Paulina av Steinum.

 -Tað hevur altíð verið eitt mannsarbeiði at vera deknur, og hesin siður var brotin, tá íð eg gjørdist deknur í Argja kirkju. Eg var deknur saman við Gunnar Reynslág og Henry Debes Joensen og prestarnir vóru Kjartan Mørkøre og Høgni Poulsen, sigur hon.

 -Vit eru nýggju systkin og fimm av teimum búgva í Suðuroy.

 -Eg varð pensionerað fyri nøkrum árum síðani og tað havi eg tað gott við. Eg havi ovmikið at takast við og keði meg avgjørt ikki. Vit eru ein lítil familja, vit eiga tvær døtur og tær hava fingið trý barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.