Skriva út

Páll Rasmussen

Páll Rasmussen
klokkari
Glyvra

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Páll Rasmussen er skálamaður og hann hevur búð ein stóran part av lívinum í Runavík. Hann er føddur 21 februar 1949 og hevur millum annað álitisstarvið at vera klokkari í Glyvra kirkju.

-At eg kom at búgva í Runavík er sum søgan hjá so mongum øðrum her á fjørðinum ella í oynni. Eg fekk koyrikort og so var farið út á trola við bilinum og í 1968 stóð ein genta úti í Runavík, hon æt Halda Tausen og frá tí at bremsurnar steðgaðu bilinum, vóru okkara vegir samanbundnir og tað eru teir enn. Seinast í sekstiárunum var holdningurin framvegis tann,at maðurin arbeiddi úti og konan gekk heima og soleiðis byrjaðu vit. Eg flutti til Runavíkar í 1971, tá ið vit giftust. Vit eiga fýra børn, tríggjar dreingir og eina dóttur, sigur Páll Rasmussen.

-Eg lærdi til timburmann á Skála Skipasmiðju. Tað vari tí tíðini, tá ið stálskip vóru bygd á Skála og eg lærdi til skipssnikkara. Pápi mín var eisini skipssnikkari. Men skipssnikkarastarvið hvarv úr hondunum, tá ið færri og síðan ongi skip vóru bygd á Skála og hóast tað, handverkið eg lærdi, hevur komið mær væl við síðani.

-Eg havi tikist við ymiskt. Eitt nú var eg gravari í kommunini í árunum 1996 til 2000. Hetta var eitt serligt arbeiði, sum kravdi av okkum. Seinastu árini havi eg verið húsavørður í skúlunum í kommununi og aftur her kemur handverkið eg lærdi sum ungur væl við.

Páll gjørdist klokkari í november 2005, hann avloysti Hera Johannesen, sum tá flutti av landinum.

-Eg eri kirkjufólk og hevði kanska gjørt mær onkrar tankar um kirkjutænarastarv áðrenn ella hvat eg skuldi svara, um eg var spurdur. Deknur vildi eg ikki vera, men kom ein umbøn um klokkara, tá kundi tað verið. Og hendan áheitanin kom,tí klokkarin segði upp og eg segði ja.

Klokkarastarvið er áhugavert. Tað er eitt nú mín uppgáva at ganga við talvuni, tað er eitt arbeiði, sum skal gerast og her má eg læra at lesa meg inn á fólk. Tá fólk hyggja niður, tí hava tey gloymt at taka pengar við ella hava ongar og tá geri eg skjótt av til tann næsta. Arbeiðið er ikki so bundisligt. Vit eru tríggir, og tá er tað ikki so ofta, at vit hava ábyrgd.

Og tað kemur fyri, at vit hava nógv at gera. Ta einu vikuna í desember fyri fýra árum síðani vóru seks jarðarferðir úr kirkjuni og ein úr Berøa. Tað var stríggið bæði hjá gravarum og kirkjutænarum. Tað er ofta verri at fáa klokkarar til jarðarferðir og eg verið ofta biðin, tí eg eisini havi verið gravari.

-At vera kirkjutænari gerst ein vani, hóast tað var eitt sindur flovisligt i fyrstuni. Tað er eitt týdningarmikið arbeiði, sum skal gerast.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”