Skriva út

Pætur Syderbø

Pætur Syderbø
klokkari
Húsar
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tað eru nokk tey fæstu, sum vita tað, men ein kirkjuklokka er at líkna saman við eitt ljóðføri og tað er ikki líka mikið, hvussu tú ringir, fyri at fáa rætta ljóðið fram. Hetta er galdandi fyri allar kirkjuklokkur í Føroyum og í heiminum við, um ringt verður við hond. Og akkurát hetta fekk ungi Pætur Syderbø at sanna, tá ið hann royndi seg sum klokkara fyrstu tíðina. Pætur er føddur 27 mai 1994.

-Eg havi verið klokkari í Húsa kirkju. Tað var ringt í fyrstuni at fáa øll fýra ljóðini úr klokkuni, tað er ikki nóg nógv kraft í ringingini, um man ikki fær øll fýra ljóðini fram. Tað snýr seg um at fáa klokkuna at svinga, og tá er tað lætt og øll ljóðini hoyrast.

-Tað er ikki so langt síðan, at eg ringdi einsamallur. Tá íð eg var yngri, plagdi eg at vera við pápa og ringja jólini inn. Eg hjálpti til. Fyrstu ferð er ringdi einsamallur var til eina gudstænastu hjá Hanus á Gørðum, presti.

-Eg eri elektrikari, útlærdur og lærdi hjá Jóanes Thomsen á Kambsdali. Mær dámar væl at vera elektrikari, hetta ger, at eg arbeiði víða um landið. Kanska eg fari at byggja víðari upp á hetta og fari at útbúgva meg meira. Men nú eri eg akkurát liðug sum sveinur og tí vil eg fyrst arbeiða.

Pætur býr enn heima. Honum dámar væl at fáast við seyð, og hevur gingið á fjall, síðan hann var smádrongur.