Skriva út

Óli Niclái Madsen

Óli Niclái Madsen
klokkari
Sandur

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Óli Niclái hevur leingi verið klokkari á Sandi. Hann byrjaði sum blaðungur at avloysa Magnus Vatnsdal og hevur verið fastur klokkari, síðan Magnus legði frá sær. Óli Niclái býr tætt við kirkjuna og hann hoyrir klokkuna heim til hús . Óli Nicláið er føddur 3. august 1935.

 -Fyri meg hevur tað verið ein gleði at vera klokkari. Mær hevur dámt tað arbeiði væl, sigur hann.

 -Eg fór sum ungur til skips og síðan fór eg á skipasmiðjuna í Havn at arbeiða sum arbeiðsmaður. Eg sveisaði og sovorið í eina tíð, lærdi at sveisa. Og síðan dróg heimbygdin aftur. Eg fekk arbeiði á bilverkstaðnum Inni á Grind á Sandi. Ásmund Johannesen hevði verkstaðið. Seinni var eg eisini á bilverkstaðnum hjá Jóhan Petur í Soylu. Mær dámdi væl at fáast við bilar. Seinni var eg eisni á flakavirkinum

 -Konan er úr Sumba. Tvær systrar úr Sumba giftust til Sands og konan kom at vitja tær. Hon fekk arbeiði á telefonstøðini og seinni arbeiðsgenta hjá læknanum og vit komu saman. Vit eiga trý børn, eina dóttir og tveir synir. Og tað er vorðið til sjey barnabørn.

 -Í dag gongur tíðin við heimafjasi í garðinum. Tað er hugnaligt at búgva so tætt við kirkjuna. Heimansandsfólk ganga í kirkju og tað er eitt sindur ójavnt, eitt sindur upp og niður, hvussu nógvir stólar vera fyltir.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.