Skriva út

Óli Finnsson

Óli Finnsson
klokkari
Glyvra

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tað stendur púra fast í minninum hjá Óla Finnson, sum í dag er miðskeiðis í áttatiárunum, nær hann fyrstu ferð ringdi í torninum í Glyvra kirkju. Hetta hendi Kristi Himmalfaradag 16 apríl 1986. Og hetta er eitt starv, sum honum hevur dámt, hann var 81, tá ið hann seinastu ferð var klokkari.
Og tað eru aðrar hendingar sum koma fram fyri hann, nú vit sita í Glyvra kirkju og práta. Hann hevur verið giftur tríggjar ferðir og hevur hug at fortelja um tað.

-Eg var 31 ára gamal, tá ið eg fyrstu ferð fór inn í hjúnarlagið. Hon var av Vollanum. Vit fingu trý børn saman.  Vit vóru saman í 18 ár og hon doyði av krabbameinni. . Tað var ógvuliga svárt og eg hevði ikki mót at forseta. Eg mátti fara at leita mær eftir eini konu. Eg møtti Judith á Nesi. Hon kendi sær mein, áðrenn vit giftust. Hon var løgd undir skurð  og hon doyði. Vit fingu eitt ár saman.

-Tað er hart at liva saman við einum menniskja, sum er deyðadømt, tað er ræðuligt at síggja, hvussu alt forferst. Tað yngsta barnið var tá 14 ára gamalt. Og so kom bróðurdóttir Judith inn í lívið hjá mær. Hon eitur Johild og vit eru framvegis gift og hava fingið trý deilig børn saman. Stórur aldursmunur var millum okkum, heili 25 ár og tað hevur ikki darvað okkara hjúnarlagi.

-Eg havi verið andaliga virkin, síðan eg var ungur. Eg var a bíbliuskúla í Børkop í 1984 og konan hjá mær var eisini har. Eg var ógvuliga fegin fyri hesa tíð, sum eisini merkti nógv fyri meg andaliga, samstundis sum er lærdi nýggju konuna at kenna. Vit giftust tann 30 september 1984.

Í 1986 ringdi eg fyri fyrstu ferð og eg havi verið glaður fyri at verið klokkari. Nú eri eg somikið gamal, at tað kanska ger einki, hvat eg meini,men eg haldi ikki at tað er ein fyrimunur, at tað eru ov nógvir klokkarar í eini kirkju. Mær dámdi ikki, at gloppin millum kirkjutænastuna vóru ov stórt. Tað gjørdi nakað við meg andaliga at hava ábyrgd í kirkjuni. Eg var 81 ára gamal, tá ið eg ringdi seinastu ferð.

Eg eri ættaður úr Lamba. Mamman var úr Lamba og pápi var úr Havn. Pápi hansara var íslendingur, harav navnið Finnsson.  Tað var spennandi at vaksa upp í Lamba og sum 12 ára gamal var eg við til at veiða sild á Lambavik, mær hevur altíð dámt væl at fingist við seyð.

Tað gekk eitt sindur av tíð áðrenn Óli fann sítt rætta heim.

-Eg bygdi fyrst inni á Sýnuni, men av eini ella aðrari orsøk treivst eg ikki har, eg fekk ikki trivnað í tínum heiminum.  Tað endaði við at eg seldi húsini og setti meg niður úti á Glyvrum og her hevur borið til.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”