Skriva út

Ólavur Samson

Ólavur Samson
klokkari
Christianskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Abbi Ólavur, Samson Oliver Joensen var deknur í kirkjuni. Pápi Ólavur fær sær eftirnavnið Samson. Tað vóru so nógv í Klaksvík, sum itu Joensen til eftirnavn.  Tað vóru sjey menn, sum kallaðust Jákup Joensen, tað var orsøkin til, at familjan fekk sær nýtti eftirnavn. Ólavur er føddur 2. desember 1945.

 -Eg eri uppvaksin í kirkjuni, men eg eg var 60 ára gamal, áðrenn eg gjørdist klokkari. Ein tímaløntur kann ikki vera kirkjutænari, hann missir for nógv. At vera kirkjutænari í Klaksvík er eitt virkið starv. Vit eru í kirkju yvir 200 ferðir um árið, sigur Ólavur Samson.

 -Ringingin í Christianskirkjuni er manuell. Ringingin gongur fyri seg uttanfyri og klokkararnir sita fast inni í kór. Vit ringja eisini undan jarðarferðum, sum eitt tekin um at lívið fer burtur, áðrenn ein ringir aftur.

 -Eg eri útlærdur jarnsmiður og havi í mong ár arbeitt sum sýnsmaður hjá tryggingini. Pápi var smiður og eg lærdi hjá honum.

 -Eg havi ongar trupulleikar við at fáa tíðina at ganga og havi brúkt rættuliga nógva tíð í Mikladali. Vit hava sett smiðjuna í Nornastovu í stand og nógv tíð er eisini farin í samband við fyrireikingarnar av kópakonuni. Vit brúktu fýra ár upp á hetta arbeiðið. Umframt vanligu ringingina kima vit sunnumorgun og biðusløgini eru eisini at hoyra eftir gudstænastuna.

Ólavur er giftur við Elinborg og tey eiga tríggjar synir og tríggjar abba og ommusynir.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.