Skriva út

Ólavur Christiansen

Ólavur Christiansen
klokkari
Sjógv

Tá ið alt var nýtt á Strondum, tá ið bygdin hevði fingið ein spildurnýggjan skúla við framhaldsdeild og ungdómsuppreisturin í Europa enn var í hæddini og júst í teimum døgum, tá ið The Beatles løgdu seinastu hond á studiofløguna Abbey Road, kom fuglfirðingurin Ólavur Christiansen sum nýútbúgvin lærari á Strendur. Hann var 25 ára gamal. Hann er enn á Strondum, nú hann hevur rundað tey sjeyti og hóast pensioneraður, hevur hann enn álitisstørv. Hann kallar strandingar í kirkju sum klokkari við Sjóvar kirkju.

-Eg var slett ikki virkin sum kirkjugangari sum ungur. Tað var ikki fyrr enn um túsundáraskiftið, at eg fór at ganga í kirkju. Og tá eg hevði gingið í kirkju í nøkur ár haldi eg, at tey sum vara av kirkjuni, høvdu lagt merki til tað. Í hvussu er kom deknurin Hansa Petersen og spurdi meg,um eg vildi átaka mær at vera klokkari saman við øðrum og eg segði ja beinan vegin. Tað var als ongin ivi i míni sál. Hetta hendi í 2006, sigur Ólavur Christiansen.

-Í fyrstuni var nokk so fitt at seta seg inn í, eg var jú heilt óroyndur í starvinum. Tá ringdu vit klokkan níggju, ellivu og tólv. Tá varð skift í millum summar og vetur. Um veturin var farið í kirkju á middegi og um summarið klokkan ellivu. Nú er hetta broytt og vit fara í kirkju klokkan ellivu alt árið, sigur Ólavur Christiansen.

Ólavur kom á Strendur sum ungur lærari í 1969 meðan Abbey Road gekk sína sigursgongd kring heimin og meðan “Here comes the sun” av somu lp við mjúku rødd Georg Harrisonar fór beinleiðis inn í hjørtuni hjá ungdóminum, fann unga strandagentan Bergtóra Poulsen vegin inn í hjarta Ólavs og tey bygdu tætt við skúlan, har hann var lærari, og har hava tey hildið til síðan og seinastu seks árini hevur hann roynt seg sum pensionist á matriklinum.

-Mær dámar kirkjuna og eg gangi í kirkju, hóast eg ikki havi vakt sum klokkari. Vit eru tríggir sum skiftast um klokkarastarvið eina viku í senn og tá ið vit hava vakt, hava vit ábyrgdina av okkara parti av kirkjuni eina viku í senn.

-Fyri meg er hetta starvið ikki ein byrða, men nakað sum eg havi afturat og eg eri glaður fyri starvið.

Ólavur hevur havt eina starvsleið við Stranda Skúla í samfull 39 ár so at siga út í eitt. Tað eina árið 1979-80 var hann á ársskeiði á Læraraháskúlanum í Danmark.

-Fyri meg var hetta ein øgiligur lætti at koma á ársskeiði. Eg fekk nýggjan íblástur, sum fekk meg at halda fram við starvinum sum lærari.

-Tá ið eg komi í kirkju, komi eg heim. Tað er ein andaligur longsul,sum verður uppfyltur. Eg gekk í kirkju sum smádrongur í Fuglafirði sum smádrongur og síðan var eg í nógv ár burtur frá kirkjuni. Tá ið eg kom aftur, kendi eg beinanvegin, at eg hoyrdi heima. Eg kenni, at tá ið eg eri í kirkju, tá eri eg frælsur, tá er tað ongin, sum kann seta krøv til mín. Í kirkjuni eri eg fríur og tá snýr tað seg bara um Gud og meg.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”