Skriva út

Olaf Olsen

Olaf Olsen
organistur
Rituvík
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Eitt lítið elektriskt orgul í stovuni í barnaheiminum i Rituvík, var byrjanin til at Olaf Olsen fór at læra seg at spæla. Og hóast hann enn er ungur maður, hevur hann verið organistur í Rituvíkar kirkju nú í ein mansaldur. Olaf er føddur 11 september 1967. Mamman er av Nesi, hon eitur Myrna og pápin er Benadictus, ella vanliga kallaður Diktus og hann hevur eisini verið kirkjutænari. 

    -Mamma dugdi at spæla eitt pinkulitið sindur og pápi sang nógv. Eg lærdi meg sjálvur, og tá ið eg var um 12 ára aldur fór eg til undirvísing eftir skúlatíð á Glyvrum hjá Símin Nónklett. Seinni, tá ið eg var vorðin vaksin gekk eg til undirvísing hjá Mikael Johan Heinesen á Toftum. Tað er hann, sum hevur havt Toftakórið, hann er organistur í Fríðrikskirkjuni. 

    -Eg havi spælt her í Rituvík, tá ið eg var 13 ára gamal. Og havi spælt fast alt mítt vaksna lív, siðan 1986. Tað hevur ongantíð verið ein trupulleiki at sleppa framat. Hanni hevði verið organistur næstan so lagt aftur nakar kundi minnast og hann vildi hava okkum ungu at spæla.

Nýggja orglið var eitt stórt frambrot. Verland smíðaði tað. Tá ið tíðini var tað eitt stórt orgul við heili 16 stemmun. Tað er nóg stórt í dag og er útbygt við einari stemmu. Tað er stórur munur at fáa eina stemmu afturat. Tú fær eitt nýtt ljóð og í hesum førinum eitt deiligt og eyðkent ljóð. Vit eru tveir organistar sum skiftast. Og skal tú spæla væl, má tú venja alla tíðina. Tað hoyrist rættuliga skjótt, um ein ikki venur. Eg leggi meg meira eftir at fáa sálmasangin góðan enn at framføra fantastisk orgulverk í undan og eftirspæli. Eg haldi at sálmasangurin hevur so stóran týdning fyri gudstænastuna.

Olaf býr á Nesi, har konan er ættað. Hon eitur Kristina. Tey hava ættleitt tveir dreingir og báðir eru úr Thailandi.