Skriva út

Óla Jákup Poulsen

Óla Jákup Poulsen
deknur
Hósvík

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Lívið hjá Óla Jákup Poulsen úr Hósvík hevur ongantíð ligið stilt og sjáldan er tað vorðið akkurát til tað hann ætlaði og tað merkir ikki, at tað er vorðið verri. Hann var borðin til festið í Heimistovu í Toftum í Hósvík og festi, tí tað var forvantað av honum. Hann vildi nógv heldur gerast sjómaður. Hann varð doyptur í kirkjuni og hevur verið deknur, og nú er hann doyptur aftur í Betesda í Klaksvík og er búsettur har.

-Eg festi garðin og hevði stórar ætlanir. Eg dyrkaði 5 hektarar  suðuri  á Leiti, sunnanfyri Hósvík. Lendið liggur opið í dag og gerst aftur hagi. Hetta var góður bøur, kanska ov sindur grunt í støðum.  Eg tók landbúnaðarútbúgving. Men myndugleikarnir arbeiddi í móti. Eg slapp ikki at byggja fjós. Eg hevði ætlanir um neyt og mjólk. Tað gjørdist ein brostin dreymur, man kundi ikki liva av at vera seyðabóndi, alt gekk í móti og í 1990 var eg leysur av festinum. Tað var ein løgin kensla. Festið, sum er fýra og ein hálv mørk, hevði verið í familjuni í 400 ár.

-Eg var beiskur og nú kann eg hyggja afturá. Kanska var tað akkurát tað sum skuldi henda og um ætlanin at reka ein garð við mjólk sum høvuðsinntøku var røtt tá, er tað ikki vist, at hon hevði verið tann rætta í dag. Eg hevði allarhelst verið útslitin. Eg fór til skips, og tað hevði eg altíð droymt um. Mær dámar at sigla og tað geri eg enn. Akkurát nú eri eg við trolaranum Bresti.

-Eg var deknur í Hósvíkar kirkju í 1988 og í 1989 og síðan havi eg verið avloysari av og á. Tað eri eg ikki longur. Eg havi fingið nýggjan andaligan heimstað, og tað er brøðrasamkoman. Eg havi verið í Indre Mission og eg gleði út úr henni. Eg vónaði at koma inn aftur, men lívið leiddi meg annan veg. Eg helt til í Klaksvík og plagdi at eta morgunmat í Betesda hósdagar. Ein morgun kemur ein maður við rolatur í móti mær. Hann var ikki ringur at fáa eyga á og tað var Levi Joensen. Hann setti seg niður at práta. Eg hevði framman undan biðið Gud um at finna onkran, sum kundi leiða meg inn aftur á røttu gøtuna og hann sendi Levi. Levi snakkaði við meg og eg sá klárt, hvat Jesus hevði gjørt á krossinum fyri meg. Eg varð doyptur av nýggjum, barnadópurin var ikki nakað fyri meg var eg sannførdur um eftir hetta

-Eg havi havt byrðu av alkoholi og síðan næsta dópin havi eg ikki kent tosta og eri sannførdur um, at hetta fer at halda.  Uttan mun til, hvat vit kenna okkara andaliga heimstað, er tað Gud sum stýrir øllum, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”