Skriva út

Óla Jákup Hentze

Óla Jákup Hentze
deknur
Skúvoy

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Óla Jákup hevur verið tiltaksdeknurí Skúvoyar kirkju. Og tað hevur fallið honum lætt. Eitt sindur spentur var hann í fyrstuni, var ikki vanur at standa frammanfyri fólki, men tá íð nervarnir vóru sissaðir, gleddi hann seg at fara í kirkjuna, sum tænari. Óla Jákup Hentze er føddur 15 mai 1933.

Vit sita í heiminum hjá Óla Jákup Niðri í Stovu í Skúvoy.

 -Hetta er  barndómsheimið hjá mær. Her vóru fimm og ein hálv mørk og 90 frælsir, sigur hann.

 -Eg havi verið  heimamaður, og var so heppin at fáa arbeiði í heimbygdini. Eg havi passað elektrisitetverkið í yvir 40 ár. Tað var ógvuliga heldugt, at fáa arbeiði í Skúvoy. Eg eri sjálvlærdur og havi sjálvur nomið mær erfaringar. Sonurin er útbúgvin maskinmeistari.

 -Eg var til skips sum ungur. Men legðist uppi á landi, tá íð eg fekk starvið frá SEV í Skúvoy.

Kona mín er úr Froðba. Vit møttust í einum brúdleypi í  Havn. Hon eitur Anna. Vit fingu tvey børn, tveir dreingir og vit hava fingið tvey barnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.