Skriva út

Oddmar Hentze

Oddmar Hentze
klokkari
Skopun

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Klokkarar í Føroyum eiga mangt sporið upp í tornið, og familjan hjá Odmar Hentze í Skopun hevur verið trúgv móti klokkuni. Oddmar er føddur 10. februar 1957.

 -Eg havi verið klokkari í nøkur ár og eg havi verið í kirkjuráðnum í 25 ár. Tað vil siga, at eg havi havt við kirkjuna at gera í mong ár. Pápi mín Gunleif Hentze og Viggo Vatnsdal vóru klokkarar í mong ár. Eg tók við eftir pápa mín. Hann hevði tá verið klokkari í næstan 50 ár og hevði fingið medalju frá kongshúsinum.

 -Eg eri vaksin upp í klokkarastarvinum. Beiggi mín og eg vóru javnan við pápa, tá hann fór í kirkjuna at ringja. Tá ið eg varð biðin um at gerast klokkari, var einki ivamál, sigur Oddmar Hentze.

 -Eg eri útbúgvin snikkari og arbeiði í løtuni við at gera skúladepilin Glasir í Havn. Eg lærdi til bygningssnikkara í Havn. Nú eru næstan ongir snikkarar eftir í landinum.

 -Eg var 14 ára gamal, tá íð eg fór til skips. Eg sigldi til eg var 30 ára gamal og síðan fór eg í læru. Eg var mest við nótabáti, men eisini við øðrum skipum. Eg var eitt nú við Boðanes, Expo, Havlot og Isafold. Tá íð kreppan herjaði í nítiárunum í farnu øld sigldi eg niðri við Expo.

Konan er av Toftum, Arnleyg í Hjøllum. Tey eiga trý børn, ein son og tvær døtur og børnini búgva øll niðri í løtuni.

 -Eg keði meg ikki í fríløtunum. Eg havi seyð, bát og eisini eitt snikkaraverkstað, eg havi nóg mikið at takast við, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.