Skriva út

Nóa Syderbø

Nóa Syderbø
klokkari
Húsar
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Nóa er ein ungur drongur av Húsum og hann er ein fastur partur av kirkjulívinum. Pápi hansara er klokkari og hann er vanur at ganga í kirkju og tað hevur hann gjørt, so langt aftur hann kann minnast. Nóa er føddur 12 desember 2002.

-Eg havi havt ymiskar uppgávur í kirkjuni. Eg plagi at hjálpa pápa at ringja og síðan havi eg lisið inn og útgangsbønina til skúlagudstænastuna. Eg havi eisini lisið jólaevangeliið seinastu tvey árini. Og eg tími rættuliga væl at ganga í kirkju. Vit eru í kirkju so at siga hvønn einasta sunnudag.

-Eg gangi í 10 flokki í Klaksvík. Og her heima á Húsum er ikki nakað serligur frítíðaraktivitetur, eins og í Klaksvík, annað enn vanliga arbeiði í bygdini, Men vit spæla nógv telduspøl og tað er stuttligt. Við vanliga arbeiði meini eg við at ganga á fjall, fletta og luttaka í tí sum hevur við seyðin at gera.

-Eg havi nógvar planir um framtíðina, men eg veit eisini, at eg kann ikki alt. Kanska fari eg á politiskúla, tað er í hvussu er ein dreymur. Ella fari eg at læra til jarnsmið. Kanska fari eg á tekniska skúla. Eg eri faktisk rættuliga spentur upp á jarnsmíð og velji eg tað, so veit eg ikki, hvar er endi, kanska á skúla víðari, men tað er einki avgjørt enn, sigur Nóa Syderbø.