Skriva út

Niels Arni Tausen

Niels Arni Tausen
klokkari
Hov
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Niels Arni er ein av trimum brøðrum í Hovi, sum skiftast um at vera klokkarar og systir teirra er eisini við á klokkaraliðnum.

-Delmar er elsti beiggin og hann byrjaði sum klokkari sum blaðungur og tá vit vuksu til, tóku vit við og eisini einasta systir okkara, sigur Niels Arni Tausen. Hann er føddur tann 22 juni 1953.

-Tað er slett ikki so galið at vera klokkari okur hava altíð gingið í kirkju.

-Eg minnist, at eg sat ein heilan tíma og kimaði, tá ið Ingrid drotning doyði. Og tað fóru tankar gjøgnum høvdið, meðan eg kimaði. Eg visti hvør hon var, men eg kendi hana ikki og hóast tað var tað hátíðarligt at kima fyri henni.

Niels Arni hevur verið sveisari meginpartin av síni ævi. Hann fór sum ungur at læra á Skipasmiðjuni í Havn.

-Tað var gott at vera á Skipasmiðjuni, tað var gott at vera hjá Poul Mohr, eg var har í heili 12 ár.

Men eg hostaði illa av sveisingini, tað var nokk ikki alt ov gott fyri heilsuna, sigur Niels Arni Tausen.

Lívið hevur ikki bara verið ein dansur á rósum hjá Niels Arna. Konan doyði av krabbameini og hann er einkjumaður í dag. Saman mistu tey eisini ein fýra ára gamlan son, sum doyði av krabbameini.

-Jú, eg havi upplivað sorg og tað er ringt aftaná. Men man kemur í gjøgnum tað, mann klárar tað.

Sonur okkara býr í Sørvági og dótturin býr í Vági.