Skriva út

Nanna Zachariassen

Nanna Zachariassen
deknur
Skopun

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Vit vóru til eina føstugudstænastu, tá ið kirkjuráðsformaðurin Viggo Vatnsdal kom og spurdi meg, um eg vildi vera deknur og eg helt ikki, men eg gjørdist deknur. Hetta var í 2006. Eg var eitt sindur nervøs í fyrstuni, og tað at vera deknur er bundisligt arbeiði, sigur Nanna Zachariassen úr Skopun, sum er fødd 4. desember 1954.

 -Eg eri fødd og uppvaksin í Skopun og maður mín Zacharias Zachariassen er av Sandi. Hetta at vera deknur er ikki heilt ókent í mínari familju. Abbabeiddi mín Gregor Hentze og langabbi mín Sámal Petur í Gørðum vóru deknar í Skopunar kirkju.

 -Eg haldi, at kirkjan hevur eina framtíð. Nøkur vilja hava kirkjuna sum hon er, nøkur vilja broyta hana. Ung hava altíð verið trek at gingið í kirkju, tað er einki nýtt í tí.  Eg haldi, at tað er bundisligt at vera deknur. Vit eru tvær, men vit kundu gott brúkt ein dekn aftur at.

 -Eg fekk starv sum vikarur á Sandoyar Meginskúla í 1974 og var vikarur í átta ár, áðrenn eg fór á Føroya Læraraskúla. Eg kendi meg væl fyri aftan á læraraskúlan fakliga, tí eg hevði so drúgvar royndir í at undirvísa. Eg kenni lærarastarvið ikki sum strævið arbeiði, eg havi verið glað fyri at undirvísa.

 -Vit settust niður í Skopun, tí her var eitt bíligt grundstykki at fáa, tað var tað sum var avgerandi. Vit eiga tveir synir og seks barnabørn í árunum 2-18.

 -Vit gleða okkum nógv til tunnilin, tað er ringt at leggja ætlanir um veturin við sjóvegis sambandi, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.