Skriva út

Mortan Winther Poulsen

Mortan Winther Poulsen
klokkari
Havnar kirkja (Dómkirkjan)

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Mortan er eitt kent andlit í Dómkirkjuni, sum fyrr varð kallað Havnar Kirkja. Seinastu 25 árini hevur hann verið klokkari og tað er hann enn, hóast hann er farin um tey áttati. Mortan er føddur 21. apríl í 1936 og er uppvaksin í Skopun.

 -Tað var táverandi kirkjuráðsformaðurin, Per Jacobsen, sum spurdi meg, um eg vildi gerast klokkari. Tað liggur til familjuna. Pápi mín, Niels Winther Poulsen var deknur í Sumba og í Skopun og abbi var eisini. Eg havi gingið í kirkju, so tað var natúrligt fyri meg at siga ja.

 -Eg lærdi til timburmann og snikkara á verkstaðnum hjá Gregor í Skopun. Eg tók sveinaprógv í Haslev og fór at arbeiða við smíðing. Verfaðir var eisini snikkarameistari. Og eg arbeiddi hjá honum.  Eg smíðaði í Eysturgrønlandi í 1968-69. Eg kom heim aftur sum 27 ára gamal og fór at arbeiða hjá byggifelagnum Lamhauge og Waagstein og síðan hjá Landsbyggifelagnum í 28 ár. Seinastu árini í mínum arbeiðslívi var eg hjá tryggingini.

 -Konan er úr Havn, Borgny Djurhuus. Vit eiga tríggjar døtur og tíggju barnabørn. Vit búgva øll tætt saman og tað er bæði gott og fjálgt, sigur Mortan Winther Poulsen.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.