Skriva út

Mikkjal Holm

Mikkjal Holm
klokkari
Nólsoy

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Mikkjal Holm er annar klokkari í Nólsoyar kirkju. Og akkurát hetta starvið forbindir hann eisini við sorg, tí hann bleiv klokkari eftir pápa sín, sum doyði í bestu árum av heilabløðing í 2006. Mikkjal er føddur 15. juni í 1980.

-Pápi mín, Kristian Holm, var klokkari, men hann var so knappliga tikin frá okkum og eg tók við eftir pápa. Vit eru tveir klokkarar og vit ganga vakt, ein mána í senn. Kristian Hansen er klokkari mánaðarnar við líka tøkum, eg við ólíka tølum. Men tað er faktisk bundisligt at vera klokkari, tá man bara er tveir, sigur Mikkjal Holm.

-Nú eru hendar tøkniligar forbetringar, soleiðis at nú kunnu øll ringja. Nú er ringingin automatisk, her er bara at trýsta á knøttar og tað er hent í mínari tíð, síðan eg tók við 29. juni í 2007, sigur hann.

-At pápi fekk heilabløðing tíðliga um morgunin og doyði, var ein ógvuliga skelkandi hending fyri meg. Hann var slett ikki liðugur at liva, einans 58 ára gamal. Tað gongur tíð, áðrenn ein gerst heilur aftur eftir slíka ógvusliga hending, sigur hann.

Mikkjal býr í Nólsoy og arbeiðir í Havn. Hann er snikkari og arbeiðir á Havnar Træsmiðju. Í frítíðini fer nógv tíð til at bøta um húsini, sum tey keyptu gomul. Tey eru frá 1979.

Mikkjal er giftur við Jeanne, sum eisini er ættað úr Nólsoy. Tey eiga fýra børn og onki er vaksið enn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.