Skriva út

Martin Andreassen

Martin Andreassen
deknur
Vágur
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

26 september 1993 læs Martin Andreassen fyrstu ferð um deknur í Vágs kirkju og hann er enn deknur onkuntíð. Martin er ein kend býarmynd. Hann var til skips sum ungur og seinastu mongu árini hevur hann verið kajfúti í Vági. Hann er føddur 11. apríl 1939.

-Páll á Nesi var einsamallur deknur og tað var strævið hjá honum. Eg fór at hjálpa honum. Eg havi verið deknur líka til nú og eri framvegis deknur av og á.

-Eg helt tað vera eina stóra uppgávu at vera deknur og tók ikki av beinanvegin. Tað var Páll sjálvur, sum bað meg, hann var eisini kirkjuráðsformaður. Eg tosaði við konuna og dóttrina og dótturin bað meg taka av. Eg havi verið glaður fyri hesi ár sum deknur. Havi altíð gingið í kirkju, tá ið eg havi verið heima, hetta er nakað heilt natúrligt fyri meg, at fara í kirkjuna.

Konan, Kristina Lisberg, doyði fyri hálvum øðrum ári síðani. Vit vóru doypt í sama vatni og foreldur hennara vóru tey fyrstu, sum vóru gift í nýggju kirkjuni í Vági í 1939. Vit vóru gift eina viku útyvir 50 ár. Hon lá og stríddist, tá ið vit høvdu gullbrúdleyp.

Og nú aftaná, sum einkjumaður, eri eg stoppaður við øllum. Eg fái ikki nógv í lag. Men eg kann hyggja aftur á eitt virkið lív. Eg havi verið til skips meginpartin av lívinum og seinastu árini, ella síðan 1991, havi eg verið havnafúti her í Vági. Eg avloysti Esmar Holm. Tað var eisini ein góð tíð.

Eg og Kristina fingu tvey børn, gentu og drong og eg eigi eisini tvey barnabørn.