Skriva út

Marner Johansen

Marner Johansen
organistur
Skála
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Marner Johansen ættaður av Skála var ein gávuríkur organistur og hann hevur drúgvar royndir aftan fyri urguni í Skála kirkju og aðra staðni við. Men hann er ikki urguleikari longur. Hann fekk eina sjúku í eyguni, sum gjørdi, at hóast hann ikki hevur mist sjónina, so ber ikki til hjá honum at lesa nótar og uttan nótar hevur hann ikki hug at vera organistur í kirkjum. Nótarnir eru farnir uppá ovasta loft og hann hevur nøkur rík ár sum organistur at minnast aftur á.

-Eg spældi onkuntíð í kirkjuni á Skála, tá ið eg sum blaðungur gekk í realskúla á Strondum. Eg gekk á kvøldskúla til orgulspæl hjá Svend Petersen úr Fuglafirði. Hann var lærari á Strondum. Síðan fór eg í Hoydalar og her kom eg at spæla hjá Jóannes Nolsøe fekk lykil til Havnar kirkju. Hesa tíðina frá 1980 og fram til 1984 skiftust eg og Suni Kristiansen um at vera organistar í Skála kirkju. 

    -Eg fór niður at lesa og læs verkfrøði í árunum 1984-92 og havi verið á Elektron síðani. Hetta tíðarskeið havi eg spælt av og á. Men seinast í nitíárunum fekk eg trupulleikar at lesa nótar og í 2000 var ein eygnasjúka staðfest og har var ongin hjálp at heinta og hetta er orsøkin til, at eg ikki spæli í dag. Tíbetur ávirka eyguni ikki mítt arbeiði. Eg síggi nóg mikið til at røkja mítt starv og at klára gerandisdagin, tað eru bara nótarnir,sum spæla mær eitt puss.     

    -Orgul var mítt instrument og sjálvsagt eri eg keddur av, at sjónin fór at bila. Í dag lurti eg eftir tónleiki og njóti tað onnur framføra. 

    Marner er uppvaksin innarlaga á Skála. Foreldrini eru Hjalmar og Jóhanna á Sýn. 

    -Eg havi altíð gingið í kirkju og mín karriera sum orgulleikari byrjaði ikki í kirkjuni. Eg spældi fyrstu ferð fyri felagssangi í missiónshúsinum á Skála og tað var ein undarlig kensla. Eg spældi og fólkið sang, tað var nakað stórt og spennandi við tí og eg gjørdist bitin av hesum, sigur Marnar Johansen.