Skriva út

Marjun Olsen

Marjun Olsen
deknur
Porkeri
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Marjun Olsen er deknur í Porkeris kirkju og tað hevur hon verið seinastu seks árini, síðan nýggjársdag í 2010. Marjun er fødd 4 november 1963.

-Er eri úr Porkeri, fødd og uppvaksin her og maður mín, Sigmund Olsen, er eisini úr Porkeri. Eg havi búð her alt mítt lív. Eg hugsaði um tað, tá ið eg var biðin til dekn. Eg visti ikki, um eg megnaði tað. Men so legði eg tað fram fyri Jesu pápa og so varð eg sannførd og segði ja.

-Tað er fyri meg ikki nøkur løtt uppgáva at vera deknur, men eg merki, at eg fái nakað sjálv eisini. Eg lesi allar lestrarnar væl og virðiliga í gjøgnum og velji tann lesturin, sum sigur mær mest, eg veit ikki, um hann sigur øðrum tað sama. Tað kann eg ongantíð vita.

-Eg haldi, at tað er gott, at vera við at bera orðið út og eg eri sjálv glað aftaná lestur.

Tað eru altíð tvær maktir, sum berjast, eisini á kórsgáttini og hvør vinnur? Um man biður um kraft og styrki, so fær man hana, sigur Marjun Olsen.

-Vit hava fingið fýra børn og eitt ommubarn og næsta er á veg. Eg var heima, tá ið børnini vóru smá. Og síðan fór eg á arbeiðsmarknaðin sum heimahjálp, eisini á Roykivirkinum og sum dagpleygumamma. Síðan 2011 havi eg verið heilsurøktari. Eg arbeiði á ellisheiminum Hamrargarði í Vági sum heilsurøktari.