Skriva út

Marius Joensen

Marius Joensen
deknur
Miðvágur

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Marius Joensen er ættaður úr Sandavági og giftur til Miðvágs. Og hann hevur verið kirkjutænari. Marius er føddur tann 23 mars 1946.

 -Tað eru 12 ár síðan eg gavst og eg haldi sjálvur, at tað lá væl fyri at lesa. Mær dámdi at lesa lestur. Tá var eg sjálvstøðugur og hevði frí hvønn sunnudag. Vit vóru tríggir deknar, og gingu vakt ein mána í senn.

 -Eg koyrdi skrell um hetta mundið og tí bar tað til, eg var ikki upptikin sunnudagar. Eg fekk fleiri afturmeldingar frá fólki, at eg læs týðuliga. Men so skifti eg arbeiði og fór at arbeiða á flogvøllinum og tá varð arbeitt sunnudagar og so var ikki longur møguleiki at vera deknur, ella at vera álit sum deknur. Eg fekk starv á flogvøllinin, at lossa og lasta flogfør. Eisini gekk hetta arbeiði út yvir kirkjugongdina. Eg eri enn sangari til jarðarferðir, sigur Marius Joensen, deknur.

 -Eg koyrdi skrell í tíggju ár og var tíggju ár á flogvøllinum. Tað at koyra skrell var tungt arbeiði. Eg bar eini 10-15 tons av skrelli um vikuna. Eg koyrdi í einum lítlum bili og samlaði síðan ruski í ein størri bil, sum ein sandavágingur koyrdi.  Hetta var í ringu kreppuárunum, tá ið alt fór fallit og tað var keðiligt fyri landið. Hetta var eisini í byrjanini hjá IRF og fólk skuldu venja seg við skrelliposar. Fólk koyrdu alt í skrelliposan og ringast var, tá íð grind hevði verið.

 Marius Joensen er røktingarmaður í Oyragjáarhaga. Hann heldur, at kongsjørðin fyri tað mesta liggur í órøkt og betri hevði verið um hon varð seld. Tað vildi verið passaligt at býtt jørðina sundur, so hvør hevði møguleika at keypa einar átta gyllin, heldur hann.

 -Oyragjáarhagi er fimm merkur. Fyrr søgdu teir, at besti seyðurin kom frá Oyragjógv. Tað kemst nokk av, at hagin hevur ongan undirhaga og seyðurin gongur høgt.

 Og tað hava eisini skýggj verið á luftini hjá Mariusi.

 -Eg eri einkjumaður. Konan, Ingrid, doyði í 2007. Vit møttust í 1966 og giftust í 1970. Vit eiga tvey adoptivbørn, drong og gentu og bæði eru úr Korea. Tað var heilt óluksáligt, at hon fór. Hvørjaferð pilkað verður við skrúðuna, so bløðir. Eg sakni hana. Tað verður sagt, at tíðin lekir øll sár, fyri meg er tað lygn.

 -Eg fylli 70 nú og umframt flogvøllin og skrellikoyringina havi eg verið til skips. Tað er eins stórt at adoptera, sum at fáa egin børn. Tá vit fingu okkara børn, var tað ein rørandi løta. Eg síggið andlitið á Ingrid fyri mær enn, sigur hann

 -Konan er uppkallað, sonurin hevur fingið eina dóttur, sum eitur Ingrid.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.