Skriva út

Marius Jacobsen

Marius Jacobsen
deknur
Leirvík
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Marius Jacobsen er leirvíkingur og hevur verið tætt knýttur at kirkjuni so langt aftur, sum hann kann minnast. Barndómsheimið var knýtt at kirkjuni og prestur helt til hjá teimum, tað var roknað sum nakað serligt á bygd. Marius hevur verið deknur, síðan hann var blaðungur og hevur verið kirkjutænari í næstan fjøriti ár. 

    -Kirkjan er eitt og alt fyri meg. Eg eri øgiliga góður við missiónina, men eg seti kirkjuna hægri. At lesa lestrar, at lurta eftir lestrum og at syngja, tað er ein góð løta fyri meg. 

    -Kirkjan stóð frammarlaga í okkara heimi. Torkil Beder, sum var prestur í Fuglafirði, helt til hjá okkum øll 30 árini hann var í starvi og prestarnir aftan á eisini og tað gav eitt serligt tilknýti. 

    -Tað var eitt eydnuhjól í fimleikarhøllini sum lat vegin upp fyri mínum deknastarvi. John Joensen var tá einsamallur deknur. Og meðan lykkehjulið gekk, kom John til mín og spurdi meg, um eg kundi vera hjálpardeknur. Jákup Emil Hansen, sum hevði verið deknur, var farin frá. Eg læs fyrstu ferð 9 mai 1976 og í mai mánað nú í 2015 verða tað 39 ár síðan eg byrjaði. Vit vóru tveir deknar tá og síðan kom Edmund Lervig, sum vit kundu heita á, sigur Marius Jacobsen. 

    -Hetta hevur verið ein góð tíð undir skiftandi prestum. Ein partur av mínum starvi er at siga leirvíkingum farvæl fyri seinastu ferð. Vit eru til næstan allar jarðarferðir sum kirkjutænarar.

Marius er ikki bara deknur. Í 1969 lærdi hann til skipsbyggjara á Skála skipasmiðju og var á Skála til 1974. Hann tók fyrra part av maskinmeistaraútbúgvingini. Í 1989 fór hann at arbeiða sum maskinmeistari hjá IRF og hevur verið har síðan, undantikið tvey ár har hann var formaður hjá Leirvíkar kommunu og eitt stutt skifti hjá landsverkfrøðinginum.

Á Skála møtti Marius konuni Annu. Hon var dóttir Jørgin Thomsen, løgtingsmann. Tey blivu gift í november 1975 og búsettust í Leirvík. Tey eiga tveir synir og eina dóttir og níggju barnabørn.