Skriva út

Mannbjørn Olsen

Mannbjørn Olsen
klokkari
Porkeri
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Mannbjørn Olsen hevur verið klokkari í Porkeris kirkju í 25 ár. Hann er porkeningur og er lærari í bygdini. Mannbjørn er føddur 25 januar 1957.

-Eg flutti suður í 1984. Klokkarin var sjúkligur og eg avloysti hann. Hann kallaðist Sjúrður Jensen og hann andaðist í 1991, sigur Mannbjørn Olsen.

-Eg gekk á læraraskúla í Havn og var liðugur í 1981. Eg fekk starv á Venjingarskúlanum í Havn og var har í trý ár, tá fekk eg eitt nýtt starv. Eg varð settur við Porkeris skúla, sum var nýggjur tá. Tað var ikki ringt fyri meg at flyta suður, eg eri barnvaksin í Porkeri.

-Eg kenni tað ikki bundisligt at vera klokkari. Vit eru tríggir klokkarar, sum skiftast. Sum klokkari taki eg mær eisini av torninum, tá ið jarðarferðir eru, um eg eri heima. Tað ber væl til at avtala millum okkum, og vit skifta um, um onkur skal okkurt.

-Eg eri framvegis lærari í Porkeri og havi verið fyrsti lærari síðan 1999. Miðskeiðis í nítiárunum í farnu øld lá næmingatalið um 62. Í dag eru 28 næmingar í skúlanum. Orsøkin er beinleiðis fráflyting av oynni. Og kanska hetta ikki steðgar heilt, fyrr enn vit hava fast samband.

-Eg eri giftur við Johannu Olsen, vit eiga trý børn, ein son og tvær døtur. Og vit hava fingið trý barnabørn, tríggjar gentur